Sider

Viser opslag med etiketten Fólkavøkstur. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Fólkavøkstur. Vis alle opslag

onsdag den 18. december 2013

Misvísandi ræðukampanja frá Hagstovuni?

Hagstovan hevur gjørt eina nýggja fólkaframskriving. Ella brúkar eitt nýtt model, ið er reint stokastiskt, tvs. ikki byggir á ávísar metingar um framtíðina.

Les meira um modellið og framskrivingarnar á linkinum omanfyri. Ella lurta eftir samrøðu, Rás 2 hevði við Jón Joensen á Hagstovuni. Og útvarpið tosaði eisini við Jón.

Mynd hjá Hagstovuni av fólkaframskriving.

Talan er helst um eitt frálíkt model, men eg eri ikki akkurát imponeraður av mátanum tey leggja úrslitini fram og hvat tey brúka modellið til.

tirsdag den 22. oktober 2013

Ein frálík sending, sum ongum dámar

Hatta var ein fín sending í DR Horisont um kvinnuflýggjan úr Føroyum (link til sending). Tað eru tó ikki nógv onnur, sum halda tað sama, skilji eg á facebook. Bæði politikarar og prestar eru eitt sindur ónøgdir síggi eg. Bæði dømini eg vísi til eru menn, men eg dugi ikki at síggja, um fleiri menn ella kvinnur vísa sína ónøgd við sendingina.

Munurin millum centrum og útjaðara í Føroyum er ovurstórur. Helst er hann størri enn í Danmark. Journalisturin hevði eina søgu at siga um føroyskar kvinnur, sum flýggja, og um fremmandar, sum flyta til Føroya frá fjarskotnum londum. Hann skuldi ikki lýsa alt føroyska samfelagið. Tað er ein vanlig og sjálvsagt loyvd journalistisk prioritering, at sendingin bara vísti lívið í útjaðaranum.

Tað er í útjaðaranum, kvinnurnar mangla. Í Havn eru næstan líka nógvar kvinnur sum menn. Eg havi sett íbúgvatøl pr. 1. januar 2013 frá Hagstovuni upp í talvu, har síðsta kolonna ("Kvinnutrot") er talið av monnum, sum eru fleiri enn kvinnur.

Fólkatalsbýtið millum kynini í og uttanfyri Havnina. Kelda: Hagstovan
Í Tórshavnar kommunu búgva 41.1 pct av fólkinum, og har er næstan javnbýtt: 50.5 pct menn og 49.5 pct kvinnur. Men uttanfyri Tórshavnar kommunu, har 58.9 pct av fólkinum búgva er munurin nógv størri: 52.9 pct menn og 47.1 pct kvinnur.

Hóast næstan helvtin av fólkinum býr í Tórshavnar kommunu, er bara ein lítil partur (211) av samlaða kvinnutrotinum (1841) í Tórshavnar kommunu.

Sendingin lýsti tí helst væl, hví kvinnurnar rýma: Tær tíma ikki bygdalívið. Og so er ein partur av loysnini at minka kvinnutrotið helst: Føroyar skulu vera meira Tórshavn og minni útjaðari.

Tey flestu eru helst samd um hetta. Og kanska er tað tí, tey eru so ónøgd við sendingina. Ikki tí hon gevur eina skeiva mynd av Føroyum (tað ger hon), men tí tann myndin hon gevur av Føroyum er ikki tær Føroyar sum tey ynskja.

søndag den 29. september 2013

Reka borgarstjórar fólk av bygdini?

Kjak hevur tikið seg upp, hvør borgarstjóri á Sandi er raskastur at minka fólkatalið. Og sum henda mynd vísir, er gongdin ikki góð við fólkatalinum á Sandi, óansæð hvør er borgarstjóri:

Fólkatalið á Sandi. Kelda Hagstova Føroya (og her og her).
Beina strikan er linjurættur trendur 1985-2013. Gongdin er ikki linjurøtt, men strikan undirstrikar (tilætlað orðavæl) tað sum myndin annars vísir: hóast upp- og niðurgangstíðir, er gongdin mest niðureftir við fólkatalinum.

mandag den 8. april 2013

Dumpikarakter til fólkavakstrarbólkin

Hetta er púra óskiljandi!

Eg síggi akkra Dag og viku frá í kvøld, og har avdúkar forkvinnan í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt álit um fólkavøkstur (beinleiðis til frágreiðing í pdf), at man hevur valt frá at taka javnseting av øllum borgarum við í fólkavakstrarætlanina, hóast fleiri sum vendu sær til bólkin mæltu til tað. Ikki tí tað ikki hevur týdning, men tí politikarar eru ikki samdir um tað.

At kalla ætlanina eina heildarætlan (fyri at siga, at átøkini skulu samanlagt síggjast sum ein heild, og ikki eitt idekatalog til politikarar at velja og vraka úr) tá man sjálvur - av taktiskum orsøkum - hevur pilkað eitt upplagt átak burturúr, kann illa kallast annað enn intellektuelt óerligt.

Á enskum brúkar man orðið "character" um m.a. integritet. Henda prioritering (sum er eitt frával) hjá arbeiðsbólkinum (sum letur seg kúga) er til dumpikarakter - ella í hesum føri dumpaður integritetur.

Eg var annars so positivur fyrr í dag. Ikki tí øll nú skulu vera positiv, men tí eg hevði lisið álitið og helt, tað var eitt rímiliga væl frágingið arbeiði.

fredag den 23. november 2012

Frá fremst til aftast uppá seks ár

Kringvarpið veit at siga, at Føroyar eru einasta Norðurland, har fólkatalið minkar. Í øllum hinum londunum er fólkavøkstur.

Teirra kelda er norðurlendska hagtalsárbókin 2012, sum júst er almannakunngjørd. (sí talvu 3.1, s. 36)

At fólkatalið minkar, er sjálvsagt ikki gott. At tað eisini gongur verri enn í grannalondunum, ger tað enn verri.