Sider

Viser opslag med etiketten Kvinnutrot. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Kvinnutrot. Vis alle opslag

mandag den 17. august 2015

Ávaring ímóti kvinnum í føroyskum politikki

Hetta er eitt sindur apropos síðstu grein, sum var um kvinnurættindi í Saudi Arabia.

Hvør var tað sum segði...
Tað hevur verið nógv tosað um at fáa fleiri kvinnur í politikk. Og nú hava vit í Tjóðveldinum eisini næstan helvtina av tingmanningini sum eru kvinnur. Og tey søguligu faktaini eru eitt sindur syrgilig, haldi eg, tí har sum kvinnur hava verið uppií, har eru eitt nú broytingarnar í §266b, hava fingið fulla undirtøku frá øllum kvinnunum sum vóru á løgtingi tá, tað var eisini kvinnurnar sum stóðu á odda fyri at liberalisera rúsdrekkalógina, og nú ganga teir aftur á odda. Og tað eru eisini kvinnur í løgtinginum sum eru fortalarar fyri at liberalisera fosturtøkulóggávuna. So eg má siga, at eg eri øgiliga ivasamur í, at tað altíð er eitt rætt faktum at fáa kvinnur í politikk. Í hvussu er ikki allar kvinnur.
Var tað -
  1. Bill Justinussen,
  2. Sjúrður Højgaard, ella
  3. Jógvan á Lakjuni.

Vóru nakrar illbønir við í tekstinum var tað lætt at kenna Sjúrð Højgaard aftur. Men tað var ikki hann. Hetta er brot úr røðu á løgtingsins røðarapalli tíðliga í síðsta valskeiði, tá seinna ABC-samgongan var nýliga komin til valdið.

Røðan var hildin undir viðgerðini av Løgtingsmáli nr. 22/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka.

Trýst her fyri at hoyra hvør tað er.

tirsdag den 22. oktober 2013

Ein frálík sending, sum ongum dámar

Hatta var ein fín sending í DR Horisont um kvinnuflýggjan úr Føroyum (link til sending). Tað eru tó ikki nógv onnur, sum halda tað sama, skilji eg á facebook. Bæði politikarar og prestar eru eitt sindur ónøgdir síggi eg. Bæði dømini eg vísi til eru menn, men eg dugi ikki at síggja, um fleiri menn ella kvinnur vísa sína ónøgd við sendingina.

Munurin millum centrum og útjaðara í Føroyum er ovurstórur. Helst er hann størri enn í Danmark. Journalisturin hevði eina søgu at siga um føroyskar kvinnur, sum flýggja, og um fremmandar, sum flyta til Føroya frá fjarskotnum londum. Hann skuldi ikki lýsa alt føroyska samfelagið. Tað er ein vanlig og sjálvsagt loyvd journalistisk prioritering, at sendingin bara vísti lívið í útjaðaranum.

Tað er í útjaðaranum, kvinnurnar mangla. Í Havn eru næstan líka nógvar kvinnur sum menn. Eg havi sett íbúgvatøl pr. 1. januar 2013 frá Hagstovuni upp í talvu, har síðsta kolonna ("Kvinnutrot") er talið av monnum, sum eru fleiri enn kvinnur.

Fólkatalsbýtið millum kynini í og uttanfyri Havnina. Kelda: Hagstovan
Í Tórshavnar kommunu búgva 41.1 pct av fólkinum, og har er næstan javnbýtt: 50.5 pct menn og 49.5 pct kvinnur. Men uttanfyri Tórshavnar kommunu, har 58.9 pct av fólkinum búgva er munurin nógv størri: 52.9 pct menn og 47.1 pct kvinnur.

Hóast næstan helvtin av fólkinum býr í Tórshavnar kommunu, er bara ein lítil partur (211) av samlaða kvinnutrotinum (1841) í Tórshavnar kommunu.

Sendingin lýsti tí helst væl, hví kvinnurnar rýma: Tær tíma ikki bygdalívið. Og so er ein partur av loysnini at minka kvinnutrotið helst: Føroyar skulu vera meira Tórshavn og minni útjaðari.

Tey flestu eru helst samd um hetta. Og kanska er tað tí, tey eru so ónøgd við sendingina. Ikki tí hon gevur eina skeiva mynd av Føroyum (tað ger hon), men tí tann myndin hon gevur av Føroyum er ikki tær Føroyar sum tey ynskja.