Sider

Viser opslag med etiketten Aksel V. Johannesen. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Aksel V. Johannesen. Vis alle opslag

lørdag den 10. august 2013

Gerhard í hopla

Útvarpið hevði í kvøld samrøðu við Gerhard Lognberg úr Javnfl, eftir at in.fo í gjár skrivaði um Stórvask í Javnaðarflokkinum. Yvirskriftin um stórvask var grundað á samrøðu við floksformannin, Aksel V. Johannesen, har Aksel segði seg vænta og vóna, at Javnfl stóð saman um at Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin skulu gerast av tí almenna. Yvirskriftin var misvísandi, men hetta var ein góður møguleiki hjá sandoyartingmanninum.

So nú er Gerhard ordiliga í hopla: Málið er farið seg at snúgva seg um Gerhard í staðin fyri at snúgva seg um, hvussu ein undirsjóvartunnil til Sandoyar kann fíggjast.

fredag den 9. august 2013

Sandoyingar duga at velja sær umboð

Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen hava eitt tunnilsuppskot sum gongur út uppá, at landið setir 500 mió kr av til Sandoyartunnil, umframt at avlop frá Skálafjarðartunlinum skal fíggja restina.

Bjørt Samuelsen og Aksel Johannesen hava eitt tunnilsuppskot á Løgtingi sum gongur út uppá, at landið setir 572 mió kr av til Sandoyartunnil, umframt at avlop frá Skálafjarðartunlinum skal fíggja restina.

Kaj Leo og Kári Post keypa atkvøðuna hjá Gerhard Lognberg til ein Skálafjarðartunnil, har avlopið fer til eitt privat felag, við at flyta 160 mió kr úr einum grunni í ein annan grunn. Tá fíggjarlógin skal gerast í heyst, mangla hesar milliónir, so tá er gott, at milliónirnar enn standa í grunni.

Tað er gott hjá sandoyingum, at tey hava valt sær so góð umboð at stríðast fyri oynni.

onsdag den 12. december 2012

Ræðist Kringvarpið samgonguna?

Fíggjarnevndin hevur skrivað álit um fíggjarlógina. Andstøðan hevur gjørt eitt broytingaruppskot, sum gevur vøkstur og nýggjar inntøkur, men hesum trýr Kringvarpið ikki ordiliga uppá:
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi siga seg kunna fáa hallið niður í 153 mió. kr. næsta ár.
Tað er gott við eini kritiskari pressu.

Samgongan hevur eftir fíggjarnevndarviðgerðina eitt fíggjarlógaruppskot, sum hevur eitt sindur størri hall:
Hallið á fíggjarlógini verður 242 mió. kr.
Her er eingin slingur í valsinum. Samgongan og Bárður siga tað, so verður tað borið víðari av Kringvarpinum.

søndag den 6. maj 2012

Javnaðarflokkurin nýggjan fiskivinnupolitikk

Aksel V. Johannesen, form. í Javnfl segði í røðu á landsstevnu í Skopun 5. mai 2012:
Vit skulu hava eina nýggja fiskivinnuskipan.
Eina fiskivinnuskipan, ið tryggjar okkara høvuðsvinnu góðar og støðugar karmar at virka innan, og sum byggir á lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygd, og har atgongdin til vinnuna á ein ella annan hátt verður meira marknaðarbaserað enn hon er í dag.
Hetta kann venda gongdini í okkara høvuðsvinnu, sum í dag í stóran mun er merkt av stagnatión, til eina dynamiska vinnu við framburði.
Vit mugu tryggja, at manningar við føroyskum fiskiførum fáa løn eftir føroyskum sáttmálum.
Gjald fyri fiskirættindi skal ikki verða eitt politiskt ásett kilogjald. Tað skal tryggjast við lóg, at hetta ikki fer av óbýttum, so tað verður fiskimaðurin sum skal rinda hetta. Útróðrarflotin eigur heilt at sleppa undan tilfeingisgjaldi.

torsdag den 5. april 2012

Hvør hevur lisið fíggjarlógina?

Á facebook skrivar Høgni Hoydal í sambandi við at Gjaldstovan hevur uppgjørt Landsroknskapin fyri 2011, at tað er m.a. úrslit av góða arbeiðinum hjá makrelsamgonguni, at botnlinjan í Landsroknskapinum er yvirraskandi góð, og hallið er minni enn helvtina av tí væntaða, tá fíggjarlógin varð gjørd.

Men her heldur Helgi Abrahamsen at Høgni reypar í meira lagi, og við passaligt av sarkasmu skrivar hann:
Sølan av Havsbrún, sigst vera ein av orsøkunum til góða úrslitið (hvat samband tað so hevur við, at Tjóðveldi stuðlaði minnilutasamgonguni o.s.fr.)

onsdag den 4. april 2012

Lurtið nú eftir búskaparfrøðini

Ómetaliga óheppin timing, má man siga!

Í ringastu búskaparstøðu í 20 ár, hevur fremsti búskaparráðgevin hjá almenninginum, formaðurin í Búskaparráðnum, ikki verið ein búskaparfrøðingur, men ein bókhaldari. (Og nei, tað er ikki tað sama!) Tá Búskaparráðið skuldi mannast seinast, hevði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fingið innstilling við seks fólkum, harímillum vóru sum eg skilji sera væl kvalifiseraðu Hermann Oskarsson og Jóannes Jacobsen eisini, men teir vórðu valdir frá, tá trý skuldu veljast. Og avleiðingarnar hava verið nær við at vera rættiliga álvarsligar.

Frágreiðingin í 2009 rakti við síðuna av og østi alt upp. Feilurin var ikki so stórur, men Búskaparráðið var ikki nóg neyvt við at gera greitt hvat var trupulleikin, hvat var orsøk til trupulleikan, og hvat "einans" var avleiðing av hesum. Alt fór at fokusera uppá fíggjarlógarhallið, sum tann stóri trupulleikin, tí tað hevði Búskaparráðið skrivað mest um, hóast veruleikin er, at hallið er avleiðing av einum djúpum lágkonjunkturi. Og hóast tey brúktu fleiri síður uppá tað, megnaði Búskaparráðið ikki at staðfesta nakað strukturelt hall.