Sider

Viser opslag med etiketten Alment byggjarí. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Alment byggjarí. Vis alle opslag

torsdag den 29. august 2013

Kári hevði ikki heimild til CIP-avtalu

Ført verður fram, at tað var politiskt rumbul, sum var orsøkin til at avtalan við Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) skuldi aftur í Løgtingið, og ikki manglandi heimild. Í dag segði aðalstjórin í Innlendismálaráðnum eisini við útvarpið, at:
Tað var ikki neyðugt at fara aftur í tingið við Eysturoyartunlinum, tí landsstýrismaðurin hevði heimildina frammanundan
(Beint sum eg skrivi hetta síggi eg at aðalstjórin sigur tað sama í Degi og viku í kvøld.)

Hetta er eftir mínum tykki ein rættiliga løgin tulking.

torsdag den 5. januar 2012

Vátir arkitektadreymar og Skúladepilin í Marknagili

Viðmerking til grein hjá Hergeir Staksberg um Skúladepilin í Marknagili:
Tað sum eg kenni til arkitektar, so er absolut partur av teirra "váta arkitektadreymi" innanfyri skúlabygging, at skúlin kemur at skapa "trivnað og góðar arbeiðsumstøður" sum stimbra undir "innlæring". Um tað eydnast, so er tað í hesum, "prestisjan" liggur. (Fyri at royna at brúka orð hjá Hergeiri.)

Av onkrari orsøk heldur Hergeir at:
Arkitekturur og funktionalitetur hanga ikki saman. Arkitekturur er estetisk virði, sum mann eisini verður noyddur at gjalda nógv fyri. Ein arkitektur skal ikki hugsa um praktisk viðurskifti, funktionalitet og prís, men um útsjónd.
(Endurgivið frá kjaki á kjak.org í 2010.)

Henda útsøgn er heilt absurd. Og her í greinini setir Hergeir eisini "design og óneyðugt luksus" saman og vísir harvið, at nógv í hansara skriving er grundað á misskiljingar av einum faki, sum hann nokk bara veit ov lítið um.