Sider

Viser opslag med etiketten Demokrati. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Demokrati. Vis alle opslag

søndag den 30. marts 2014

Ein vinnupolitikkur, sum ikki fungerar!

Tá eingin samanhangur er millum framgongd hjá einstøkum fyritøkum, og livistøðið í samfelagnum sum heild, so er okkurt við vinnupolitikkinum, sum er skipað skeivt. Og hetta er ongantíð so rætt, sum tá talan er um vinnu, sum livir av fólksins ogn.

Rói Egholm talar til floksting Tjóðveldis 2014.

Rói Egholm helt eina sera áhugaverda og frálíka góða røðu á flokstingi Tjóðveldis, har hann vísti á, hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri vinnuna og fyri fólkaræðið, at trý alifeløg og fýra reiðarí hava fingið forerandi (ella kraddað seg til) fólksins ogn. Her eru brot:
Kristina sigur, at tað er heilt fantastiskt at hava eina fyritøku sum hevur yvir 700 mió kr í yvirskoti. Men hvussu merkja vit tað? Hvussu merkir føroyingurin, at okkara høvuðsvinna hevur tað gott? Vit merkja tað slett ikki. Vit merkja tað slett yvirhøvur ikki! Og tá ið man hevur verið í hesi vinnuni síðani 1986 og kennir til, hví ið Regin situr á sínum loyvum -- hví situr Regin á sínum loyvum? Ella hví sita teir, sum hava hini loyvini, hví sita teir á teimum? Tað er ikki tí teir hava verið úti í eini fríari kapping og vunnið sær rættindi. Tað er ikki tí! Tað er tí, onkur er systkinabarn onkran og onkur kennir onkran, tað er tí teir sita á loyvunum.  Eg sigi tað, at teir sum arbeiða í hesi vinnuni, hesi sjey feløgini, tey gera alt púra rætt. Man kann ikki lasta hesi feløgini fyri at gera nakað skeivt, tey gera púra rætt. Øll sum høvdu sitið í teirra stóli høvdu gjørt tað soleiðis. Men skipanin er skeiv.

fredag den 10. januar 2014

Tá Vitalis leggur frá sær!

Tá Annfinn V. Hansen boðar frá, at hann allíkavæl ikki vil vera kanningarstjóri, so hopi eg hann eisini forklárar, hvat er komið fram sum ger, at hann er inhabilur.

Myndakelda: Kringvarpið

Og so er næsti spurningur, um nakað av hesum er nýtt fyri Annfinn V. Hansen, síðani Annfinn V. Hansen segði, at tað vil vera
Trupulleiki fyri fólkaræðið, verði eg vrakaður sum kanningarstjóri.

torsdag den 12. september 2013

At gera veljarakanningar - hvat er endamálið?

Eg skrivaði hetta á facebook, eftir at ein komandi veljarakanning varð fráboðað:

Liljan heldur í útvarpinum í kvøld, at ein veljarakanning er serliga spennandi beint nú, tí nógv rumbul hevur verið í politikkinum.

Eg haldi hinvegin, at rokalig tíðarskeið eru tey ringastu til at gera veljarakanning. Heilt burturspilt, faktisk, tí úrslitið er ikki mynd uppá nakað sum helst annað enn -- rumbul.

Harvið ikki sagt, at tað ikki er spennandi. Tað er tað altíð.

fredag den 9. august 2013

Stórkapitalurin vs Føroya fólk, (sætta grein í røðini)

Framhald frá í gjár!

Innlendismálaráðið noktar innlit í fakligu viðmerkingarnar til lógaruppskotið um Skálafjarðartunnil. Tey siga, at viðmerkingarnar hjá Løgdeildini eru innanhýsis viðmerkingar.

Nú liggur Løgdeildin "av tilvild" í Innlendismálaráðnum, tvs. at onnur aðalráð kunnu ikki brúka somu grundgeving til at dylja sítt illa luktandi arbeiði. Eg haldi ikki, Innlendismálaráðið skal hava slíkan framíhjárætt.

Les eisini Sosialin í kvøld, sum skrivar meira um málið.

Síðsta: Fíggjarmálaráðið hevur givið innlit (við avmarkingum) í sítt upprit. Meira kemur...

onsdag den 10. juli 2013

Skálafjarðartunnilin - ikki ein simpul privatisering

Er eingin anstendigheit í Kára P Højgaard?

Kann Løgtingið - sum Kári P Højgaard ætlar - binda komandi løgting soleiðis, at skattir og avgjøld ikki kunnu broytast? Um Løgtingið kann áseta, at eitt ávíst privat felag skal hava endurgjald fyri avgjaldsbroytingar, so kann Løgtingið eisini áseta, at øll feløg og allir einstaklingar skulu hava endurgjald - tvs. at skattir og avgjøld aldrin kunnu broytast.

Slíkar avmarkingar kunnu kanska ljóða sum søtur musikkur fyri skattgjaldarar, men konsekvensirnir av slíkum bindingum eru, at landið ikki kann stýrast í framtíðini.

Verður hetta samtykt er at vóna, at tey sum atkvøða ímóti gera greitt, at tey ikki kenna seg bundin av slíkum bindingum. So kann man kanska vóna, at privata felagið fær kaldar føtur. Politiski meirilutin kennir sær ongantíð hógv. Tað manglar simpulthen demokratiskt uppdragilsi í skipanini.

tirsdag den 6. marts 2012

Fámannaveldi -- oligarki

Fámannaveldi, verður ávarað um, sum avleiðing av, at náttúrutilfeingið verður givið burtur til útvalt avmarkað lið av reiðarum í eini rullandi skipan við fiskiloyvum. (Uppskotið hjá Fólkafl.)

Her er forsíðan á Dimmalætting eftir ráðstevnuna "Fólksins ogn ella ?", har Kári Petersen hevði fyrilestur:

Dimmalætting á forsíðuni 5. mars 2012

søndag den 22. januar 2012

Føroyar á veg í feudaltíðina

Jóan Pauli Joensen á facebook:
Eru vit við at fara aftur til feudaltíðina við aðalsmonnum og harramonnum, sum valdaðu øllum og sum ikki guldu skatt ella annað. Teir høvdu sínar vasallar, sum svóru teimum trúnaðareið og undir teimum vóru so aftur aðrir, men niðast av øllum vóru bøndurnir ella teir sum dyrkaðu jørðina, tí bert teir fæstu áttu hana sjálvur og so vóru tað arbeiðskonur og bønarmenn. Tað vóru hesi sum framleiddu. So var tað borgarastættin, sum tjenti pening við handli og handverki. Eisini teir bóru samfelagnum uppi. Eftir at hava roynt einaveldið í fleiri londum, gjørdi fyrst og fremst borgarastættin – eitt nú í Fraklandi, í tóku rættindini frá aðalinum, sum nú eisini hevði til uppgávu at gera seg upp fyri einaveldiskonginum. Hesa søguna kenna vit. Nú tykist tað sum ætlanin er at menna eina nýggja aðalstætt, sum ikki byggir á jørðina á landi, men á havið, tí tað er har ríkidømi er. Einki er nýtt undir sólini verður sagt, og helst er tað rætt. Nógv at tí sum einaferð hevur verið, tykist at koma aftur í nýggjum líki. Nú er tað havið sum er lenið hjá tí nýggja aðalinum, sum er við at royna at fáa ræði á ogn Føroya fólks. Tað ræður um ikki at lata seg lumpa, so vit fáa eina nýggja feudalskipan sum ikki er tað sama sum ein sunn kapitalisma. Eisini her hevur løgmaður, sum hevur eina stóra ábyrgd, sum tann í skal hava eygu, oyru og hugsa um. hvat er best fyri alt fólkið í hesum landi og ikki bert fyri eina nýggja aðalstætt, Tað er skjótt at vælferðin hjá øllum kann koma at verða barbariserað, soleiðis var tað fyrr, og tað kann koma aftur í gráum kálvskinni, áðrenn vit vita av. Menniskja er ikki bara gott, tað er tí vit hava bæði Gud og Fanan ið draga ymiskar vegir. Eg hugsi er ikki um persónar, sum kunnu verða bæði góðir og ringir, uttan mun til teirra leiklut í samfelagnum, men um skipanir. Eg fari ikki eftir manninum, men eftir bóltinum.

Lesur man um fronsku kollveltingina, so er nógv frá tíðini undan Bastiljudegnum 1789, sum man kann kenna aftur frá dagsins Føroyum. Tað fari eg at venda aftur til.

onsdag den 21. december 2011

Bill heldur væl til standa

Bill Justinussen á facebook:
Í tilafturskomnum londum hava tey ikki val. Har hava tey heldur ikki samgongur, har ein meiriluti av teimum fólkavaldu taka seg saman og semjast um politikk. Samgongan hevur havt ta tíð, ið krevst, til at semjast og rokna. Vit byrjaðu samgongusamráðingarnar beint eftir valið, sum var 29. oktobur, so vit hava havt umleið 1½ mánaða til at viðgera uppskotini. Andstøðan hevur sjálvandi ikki havt somu tíð. Men hon hevur fingið ta tíð, sum tingskipanin ásetir, og tað er nú munin frægari enn alt, sum varð skundað ígjøgnum við fráviki av øllum galdandi tíðarfreistum, tá fiskivinnureformurin hjá Tjóðveldi í summar varð trýstur ígjøgnum Løgtingið.

fredag den 3. oktober 2003

Hvat fer Irak at enda við?

(Grein í Sosialinum 3. oktober 2003 undir teiginum »Teldubrævið«)

Tann næsti tankin, sum kom til mín 11. september 2001 eftir at Kim segði mær um álopið á World Trade Center og Pentagon var optimistiskur. (Tann fyrsti var, at nógv fólk vóru deyð.) Hetta var áðrenn eg hevði sæð myndirnar í sjónvarpinum. Áðrenn eg hevði hoyrt nakrar reaksjónir uppá álopini. Eg hugsaði, at nú fóru amerikanararnir kanska at loysa trupulleikan Miðeystur einaferð med alla.

Tað er nú beint yvir eitt ár síðani, at Bush forseti fekk heimild frá Kongressini at brúka hermegi at avvápna Saddam Hussein. Hópoyðingarvápn vórðu brúkt sum umbering, hóast øll prógv bendu á, at eingi slík vápn vóru í Irak. (Hetta skrivaði eg um fyri einum ári síðani.) Eg skilji ikki at fólk, sum ikki kravdu at síggja prógv fyri hópoyðingarvápnum undan krígnum, nú eru ill tí tey vórðu villleidd.

Sjálvandi var tað ein onnur ætlan við at fella Saddam Hussein: Irak var rætta staðið at byrja, skuldi man tvinga fólkaræði til Miðeysturs. Man visti tá heldur ikki rættiliga, hvat annað man skuldi gera í bardaganum ímóti yvirgangi, so at leypa á Irak var hóskandi uppgáva.

Mong ávaraðu um, at vit vita so lítið um Miðeystur og søgdu, at tað var vónleyst at fáa fólkaræði í einum landi í Miðeystri, tí tað er ikki møguligt í teirra mentan. Hesum loyvi eg mær at ivast í, í hvussu er tann partin, ið er at atkvøða, duga fólk í Miðeystri:

Sangkappingin »Idols«, sum føroyska Ása var við í Danmark til hon varð blakað úr, hevur eisini verið í Miðeystri, har kappingin varð nevnd »Superstar« og fevndi um fleiri lond. Í finaluni, sum var um miðjan august, vóru tvey ung talent úr Jordan og Sýria, og gentan úr Jordan vann við 52% av atkvøðunum hjá hyggjarunum ímóti 48% til tann frá Sýria. Hálv fimta miljón fólk úr øllum Miðeystri atkvøddu gjøgnum Internet. (AP-Beirut og New York Times) Tað áhugaverda og nýggja er ikki, at tey hava sangkappingar, men at fólkið slapp at velja vinnaran, og tí var sigurin eisini so tepur!

Gallup International spurdi um mánaðarskifti apríl-mai 25000 fólk í meira enn 30 londum um teirra støðu til kríggið í Irak. Hetta var tá undirtøkan fyri krígnum var størst í USA, tað var jú 1. mai Bush fráboðaði at kríggið var av. Tað var rættiliga áhugavert, at mest positivu metingar um avleiðingarnar av krígnum komu úr Kosovo, har undirtøkan fyri krígnum var størri enn í USA. (Gallup International /Berlingske Tidende, mai 2003)

Í Kosovo hava tey fyri ikki langari tíð síðani kent ágóðan av altjóða uppílegging og amerikanskari hermegi. Teirra hugsan í dag boðar kanska frá góðum um vánirnar fyri at vinna í Irak sum frálíður. Størsti vandin fyri heimsfriðin og –stabilitetin er ikki hópoyðingarvápn, men ungir arabarar, sum eru illir um støðuna, sum er úrslit av religiøsara kúgan, geva Vesturheiminum skyldina, og gerast amboð hjá ekstremistunum. Tí má stríðið í Irak vinnast.

Hetta vita ekstremistisku átrúnaðarligu leiðararnir, sum kunnu missa valdið. Bardagin millum fólkaræði og religiøsa kúgan stendur tí nú í Irak. Og harða og varandi mótstøðan í Irak er ikki tekin um at amerikanarar eru við at tapa, men tekin um at muslimskir átrúnaðarligir leiðarar óttast at missa sítt vald.

Muslimsku londini hava júst samtykt ikki at stuðla amerikansku hersetingini, og í staðin at heita á amerikanarar um at fara úr Irak. Hesar stjórnir fara harvið í part við átrúnaðarligari kúgan, men teirra grundarlag er partvís sama kúgan. Hesar stjórnir hava eisini stuðlað Saddam Hussein og hava tí svikið irakiska fólkið.

Yndissamanberingin hjá mongum, sum stuðla krígnum í Irak eru Týskland og Japan í 1945. Tá eydnaðist væl at endurbyggja londini sum fólkaræðislig samfeløg. Men ein munur er á støðuni í Irak nú og støðuni í Týsklandi og Japan í 1945: Mótstøðan móti amerikanarum í Irak fær aktivan stuðul úr fleiri londum.

Verður einki gjørt við hetta, minnir Irak meira um Afghanistan hjá russum í 80-unum og Vietnam hjá amerikanarum í 60- og 70-unum.