Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevði eina áhugaverda oljuráðstevnu á Christiansborg. Fleiri áhugaverdar framløgur vóru, men nógv var framhald av tí juhu-stemningi, sum hevur verið ráðandi, og tað sum var eitt sindur atfinnandi, fór ikki nógv í dýpdina. Men har var nógv at byggja víðari á.
Eitt sum ikki kom fram, tí stundir ikki vóru til viðmerkingar úr salinum, var stór hol eru í oljuskattalógini, so Føroyar skulu ikki vænta at fáa eina krónu í serskatti burturúr. Men hetta er vitan, sum eisini er í politisku skipanini, og Tjóðveldi hevur lagt uppskot fram um at endurskoða oljuskattalógina.
Tað gav konkret høvi til stuttar viðmerkingar á facebook, sum sjálvsagt skulu útgreinast nærri seinni.
