Sider

Viser opslag med etiketten Jóna Mortensen. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Jóna Mortensen. Vis alle opslag

tirsdag den 20. december 2011

Vigtigari mál enn lyftisbrot

Eg haldi ikki, tað vigtigasta politiska evni at viðgera í miðlunum beint nú er, at Jóna Mortensen strikar síni vallyfti á netinum. Hetta var annars longsta innslagið í útvarpinum og høvuðssøga í Degi og viku í kvøld. Tað mátti verið vigtigari fyri Kringvarpið at sett samgonguni, sum Jóna er partur av, teir 19 ósvaraðu spurningarnar um pensjónsskattingina (egentliga eru nógv fleiri, men 19 eru í tilfarinum frá landsstýrinum). Samgongan ignorerar spurningar og atfinningar frá fakfeløgum og andstøðuni uttan at fólk síggja, hvussu lítið samgongan ánar um avleiðingarnar av sínum egna politikki. Men spurdi útvarpið ella sjónvarpið, so kundu fólk í minsta lagi sæð, at tey sum atkvøða fyri, ikki eru før fyri at svara spurningunum. Ella í minsta lagi kundi Kringvarpið tvinga samgongufólk at lúgva fyri opnari mikrofon, so vit kunnu afturvísa teirra lygnum.

Her er video-brotið, Jóna hevði liggjandi á síni heimasíðu, til hon slettaði síni spor:

Jóna Mortensen í video -- egin framleiðsla á egnari heimasíðu

Hentir idiotar

At hoyra samgongukvinnu í Degi og viku í kvøld minti meg á, at tað kann vera sera relevant at minna á, at orðið "hentur idiot" hevur ein heilt ávísan týdning:

Wikipedia - Useful idiot:
The use of the term in political discourse has since been extended to other propagandists, especially those who are seen to unwittingly support a malignant cause which they naively believe to be a force for good.

Ella undir modern usage av Useful idiot (sama kelda):
"Useful idiot" is often used as a pejorative term for those who are seen to unwittingly support a malignant cause through their naive attempts to be a force for good.

mandag den 19. december 2011

Jóna Mortensen (3)

Vit hoyrdu í Kringvarpinum í kvøld úr eini samrøðu tey gjørdu við Jónu Mortensen herfyri um skattalættan til háinntøkur. Jóna segði, at hon heldur tað er fair. Av øllum orðum haldi eg ikki hon kundi valt eitt minni hóskandi orð um henda klassakampin hon hevur meldað seg inn í ímóti teimum veiku í samfelagnum og fíggjarliga kroystu.

Nógv umrødda video-brotið við Jónu Mortensen sæst her.

Jóna Mortensen (2)

Jóna Mortensen í videobroti í valstríðnum, har hon eisini lovaði at arbeiða fyri teimum sokallaðu veiku í samfelagnum:
‎"Heldigvís havi eg breiðan rygg ... men tað eru tað ikki øll sum hava ... eg haldi at eg havi eisini víst at eg havi árræði."

Tá hetta videobrot, sum lá á youtube, varð deilt á facebook og minti øll á hennara vallyfti, var ryggurin ikki breiðari enn so, at hon strikaði videobrotið.

Nógv umrødda video-brotið við Jónu Mortensen sæst her.

Jóna Mortensen (1)

Jóna Mortensen, minni enn tvær vikur áðrenn valgið:
‎"Vit eiga at gera tað so liviligt hjá ØLLUM samfelagsbólkum." (hennara herðing)

Nú atkvøður hon fyri flatskatti, sum bara gagnar háinntøkum, og lækkar pensjónina hjá teimum við lægri lønum fyri at fíggjarlógarmanipulatiónin hjá Jørgen skal ganga upp.

Nógv umrødda video-brotið við Jónu Mortensen sæst her.