Sider

Viser opslag med etiketten Miðlahúsið. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Miðlahúsið. Vis alle opslag

torsdag den 6. august 2015

... í fríum falli?

Sosialurin skrivar í kvøld um nýggju veljarakanningina sum Fynd hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarp Føroya. Yvirskriftin fyri høvuðsgreinina er tvørtur um heila opnu:

Yvirskrift í Sosialinum 7. august 2015 á s. 10-11.

Tað er rætt, at andstøðan vinnur stórsigur á samgonguni, men júst henda yvirskriftin er ógvuliga misvísandi, tí støðan millum samgongu og andstøðu hevur verið rættiliga stabil í langa tíð. Tað er tann fyrsti feilurin.

Og hyggur man nærri eftir tølunum, so er tað faktisk ein heilt onnur mynd, sum kemur fram. Og tað er hin feilurin. Framsókn (gula strikan) stormar fram, og Javnaðarflokkurin (reyða strikan) er í fríum falli við samanlagt stórari afturgongd í fýra kanningum á rað:

Mynd á s. 11 í Sosialinum 7. august 2015.

At tosa um frítt fall fyri samgonguna er rættiliga óheppið val av yvirskrift til hesa veljarakanning.

søndag den 19. januar 2014

Løtt avgerð at fríkenna Jørgen

Løgmaður fer at bera skjótt at, skrivaði Norðlýsið, og endurgav Kaj Leo stutt eftir tíðindafundin hjá Jørgen. Tað snýr seg um tollsnýtið hjá fíggjarmálaráðharranum, Jørgen Niclasen, tá hann var umboð fyri Skipafelagið og lat vørur uttan toll til Sp/f N. Niclasen, har Jørgen Niclasen eisini var stjóri.

Og Kaj Leo hevur longu tikið eina avgerð: Løgmaður hevur álit á fíggjarmálaráðharranum.

Talan var ikki bara um eina skjóta avgerð, men avgerðin var sikkurt eisini løtt. Kaj Leo var ikki á tíðindafundinum í Miðlahúsinum, so hann hevur sum okur nógv onnur hugt á netinum. Eitt stað man kann síggja tíðindafundin er Ustream síðan hjá Kedes, og har síggja vit

Trýst á myndina, og hon verður størri.
... at tey senda frá Jørgeni Jesusi.

Har er vist bland komið í hjá Kedes millum Jesus og tollaran.

torsdag den 12. december 2013

Fíggjarpolitikkur og veðrið

In.fo veit at siga
- Javnvág skal vera á fíggjarlógini fyri 2016.
Tað eru bæði samgongan og andstøðan í Fíggjarnevndini samd um.

Men at samtykkja javnvág á fíggjarlógini er líka býtt sum at samtykkja gott veður. Tað er tó bara tann fyrra samtyktin, sum kann verða beinleiðis skaðilig.

onsdag den 20. februar 2013

Kjak í Klaksvík: Toppfundur á Torradøgum

Norðlýsið hevur hitað upp gjøgnum dagin. Og Kringvarpið sendi í útvarpinum frá fundinum. Tað var toppfundur, skrivar Norðlýsið. Og lív var í. Og Heini O. Heinesen í øðini.

Jón Brian í Miðlahúsinum og Óluva í Kringvarpinum stýrdu kjakinum. Tey høvdu býtt kjakið upp í fýra høvuðsspurningar.

Her varð lurtað. Og viðmerkt á facebook so hvørt, tað kemur her fyrst:


Fyrsti spurningur er, um loyvini skulu hava tíðaravmarking.

Eg haldi nei. Óendalig loyvi er tað rætta.