Tá bankin útnyttar ta serstøðu, at fólk við lóg skulu hava eina konto, so er talan um kradding av fúlasta slag. Eg skrivaði hetta á facebook fyrr í kvøld:
Hjartasuff og illsinnisgleps ... til øsing og upplýsing ... um búskap og búskaparfrøði ... og um hvussu politikkur, miðlar og lobbyisma grugga alt.
fredag den 31. januar 2014
BankNordik er ikki longur nakað fyri meg
Eg haldi tað er gott, at bankarnir hava effektiviserað og hava lagað bygnaðin til, tá nýggj tøkni gav møguleika fyri tí. Hetta gevur møguleika fyri lægri kostnaði. Men nýggjasta átakið hjá BankNordik sum er ætlað at sorterað kundar frá, sum ikki hava annað enn eina lønarkonto smakkar mær so illa, at eg rými úr bankanum, eg havi verið kundi í í 40 ár, og eg fari biðja so nógv onnur sum gjørligt -- og serliga tey við nógvum pengum ella stórum lánsgjøldum -- um at gera tað sama.
torsdag den 30. januar 2014
Kraddingin hjá BankNordik
Sambært portalinum ætlar BankNordik at krevja 20 krónur um mánaðin frá fólki, sum hava eina konto.
Tað burdi verið skjótt at gjørt lógaruppskot sum setir forboð ímóti avgreiðslugjøldum fyri tænastur, sum kundarnir ikki hava møguleika at velja frá. Og at hava konto sleppa fólk ikki at velja frá, um tey vilja hava løn.
Men umframt tað, so haldi -- eg enn sum áður -- at lógin skal áseta loft á lønina hjá bankastjórum. Einki annað er rímiligt, tá samfelagið við lóg verjir virksemið hjá bankunum við m.a. lóg um innskjótaratrygd. (Og tað gevur økonomiskt góða meining eisini.) Somu løn sum ein aðalstjóri er akkra passaligt til ein bankastjóra. Og aðalstjórar verður jú forrestin heldur ikki revsaðir, tá teir gera tað lort.
Les meira um kraddingina hjá bankavinnuni: Upprunin til ójavnan er fyrst og fremst kradding.

tirsdag den 28. januar 2014
Jú, tað ber væl til við uppboðssølu
Kjartan Hoydal ger seg also býttari enn hann er, tá hann sigur við in.fo, at tað
Kjartan førir ymist fram, sum skal grundgeva fyri at ikki ber til við uppboðssølu. Eitt nú býtið millum skipabólkar. Men alt sum Kjartan eftirlýsir, ber væl til at hava -- eisini í eini uppboðssøluskipan. Uppboðssølan skal bara í minsta lagi koma í staðin fyri politisku telvingina um, hvørjir reiðarir sleppa at fiska hvussu nógv. Also í staðin fyri ta telving, sum skapar størst vanda fyri korruptión, og sum ger, at virðisøking fær ov lítið fokus hjá teimum, sum virka í fiskivinnuni.
Kjartan Hoydal hevur púra rætt í, og sum hann endurgevur íslendska Ragnar Arnason fyri at siga, at
Ber ikki til við uppboðssølu

![]() |
| Kjartan Hoydal. Mynd: in.fo |
Kjartan Hoydal hevur púra rætt í, og sum hann endurgevur íslendska Ragnar Arnason fyri at siga, at
tað ber ikki til, at loyva marknaðarkreftunum einsamøllum at skipa fiskivinnuna,og tað haldi eg ikki, nakar fortalari fyri uppboðssølu av føroyskum fiskirættindum ætlar. So har er okkurt, Kjartan av onkrari løgnari orsøk hevur misskilt.
mandag den 20. januar 2014
søndag den 19. januar 2014
Løtt avgerð at fríkenna Jørgen
Løgmaður fer at bera skjótt at, skrivaði Norðlýsið, og endurgav Kaj Leo stutt eftir tíðindafundin hjá Jørgen. Tað snýr seg um tollsnýtið hjá fíggjarmálaráðharranum, Jørgen Niclasen, tá hann var umboð fyri Skipafelagið og lat vørur uttan toll til Sp/f N. Niclasen, har Jørgen Niclasen eisini var stjóri.
Og Kaj Leo hevur longu tikið eina avgerð: Løgmaður hevur álit á fíggjarmálaráðharranum.
Talan var ikki bara um eina skjóta avgerð, men avgerðin var sikkurt eisini løtt. Kaj Leo var ikki á tíðindafundinum í Miðlahúsinum, so hann hevur sum okur nógv onnur hugt á netinum. Eitt stað man kann síggja tíðindafundin er Ustream síðan hjá Kedes, og har síggja vit
... at tey senda frá Jørgeni Jesusi.
Har er vist bland komið í hjá Kedes millum Jesus og tollaran.

| Trýst á myndina, og hon verður størri. |
Har er vist bland komið í hjá Kedes millum Jesus og tollaran.
lørdag den 18. januar 2014
Jørgen skyldar uppá Jørgen
Fjølmiðlarnir hava havt eina søgu koyrandi um at Jørgen Niclasen, umboð fyri Skipafelagið í Sørvági, hevur snýtt við tolli.
Í gjár helt Jørgen Niclasen, fyrrv. stjóri í eini fyritøku sum fekk ágóða av hesum snýti, tíðindafund, og segði seg vera ósekan. Advokaturin hjá hesum Jørgen Niclasen sat við síðuna av og bæði váttaði, at snýt var farið fram, men segði eisini, at tað var umboðið hjá Skipafelagnum sum snýtti.
Niðurstøðan hjá Jørgen er, at hann er reinsaður, tí tað var ikki hann, sum snýtti. Tað var ein annar Jørgen, sigur Jørgen.

Miðlarnir hava longu dømt Jørgen
Óli á Deild Olsen spyr á facebook:
Øgiliga fáir spurningar vórðu settir á 1½ tíma longum tíðindafundi sum leitaðu eftir fakta. Tað var heilt uppá premissurnar hjá Jørgen og snúi seg um jura. Tað var ikki meira enn latið upp fyri spurningum, so var mín reaktión á facebook:
Eigur mann ikki at gjalda toll hvønn mánað, um mann hevur tollkreditt? Hvussu kann mann so enda við at skylda tvær milliónir í tolli, tá fyritøkan bert selur fyri 5 milliónir um árið?Men eg spyrji, hví eingin spurdi Jørgen hatta, tá tey høvdu møguleikan á tíðindafundinum í gjár?
![]() |
| Frá tíðindafundinum í Miðlahúsinum. Álvur Haraldsen hevur tikið myndina. Myndakelda: in.fo |
Øgiliga fáir spurningar vórðu settir á 1½ tíma longum tíðindafundi sum leitaðu eftir fakta. Tað var heilt uppá premissurnar hjá Jørgen og snúi seg um jura. Tað var ikki meira enn latið upp fyri spurningum, so var mín reaktión á facebook:
Journalistarnir spyrja bara um jura, tað er forering til Jørgen. Bora í fakta og ikki minst manglandi fakta, um tit vilja hava nakað burturúr!
mandag den 13. januar 2014
Hvorfor fortsatte krisen? Om krisens politiske økonomi
I forbindelse med Paul Krugmans besøg i Danmark forleden dag, blev han interviewet af en række medier, bl.a. Børsen TV: Kina er den største bekymring, Information: Danmark skulle aldrig have knyttet sig til euroen, og DR2 Deadline, hvor han blev interviewet af Martin Krasnik.
Her en udskrift af DR's tekstning af interviewet i Deadline 12. januar 2014, sidste spørgsmål og et bonusspørgsmål, hvor de to diskuterer krisens politiske økonomi, selv om Krugman forinden har erkendt, at han ikke er ekspert i politik, og påstået, at i de få tilfælde i de seneste år, hvor han har taget fejl, har det været en fejlvurdering af politiske forhold. Det er alligevel meget interessant, og gengives da denne blogger overvejende er enig i betragtningerne, og har skrevet om meget af det samme tidligere, bl.a. vedr. Storbritannien her og om Murphy's lov om økonomisk politik.
Martin Krasnik:
![]() |
| Skærmprint af interview i DR2 Deadline 12. jan. 2014. |

Hvad er det, der er sket for så mange europæere i de seneste år? Vi taler om indflydelserige personer: den tyske regering, den britiske regering og traditionelle socialdemokrater, som ikke køber Deres argument. Hvad er der sket for os?
fredag den 10. januar 2014
Tá Vitalis leggur frá sær!
Tá Annfinn V. Hansen boðar frá, at hann allíkavæl ikki vil vera kanningarstjóri, so hopi eg hann eisini forklárar, hvat er komið fram sum ger, at hann er inhabilur.
Og so er næsti spurningur, um nakað av hesum er nýtt fyri Annfinn V. Hansen, síðani Annfinn V. Hansen segði, at tað vil vera
![]() |
| Myndakelda: Kringvarpið |
Og so er næsti spurningur, um nakað av hesum er nýtt fyri Annfinn V. Hansen, síðani Annfinn V. Hansen segði, at tað vil vera
Trupulleiki fyri fólkaræðið, verði eg vrakaður sum kanningarstjóri.
onsdag den 8. januar 2014
Økonomisk ønsketænkning?
Den danske regering er begyndt at prale på forhånd af det økonomiske opsving, som alle tror er på vej, fordi tallene viser optimisme, men som ikke er kommet endnu, når man ser på tal for den faktiske økonomiske udvikling.
Men nu siger Paul Krugman så på TV2 News, at udviklingen i Danmark minder meget om den spanske økonomi. Årsagen er den enorme boligboble, som blev opbygget inden krisen. Forskellen derimod er, at vi oplever krisen ikke lige hårdt her pga. et stærkt socialt sikkerhedsnet. (Undskyld, hvis jeg fornærmer nogen, som er hårdere ramt af krisen end jeg er.)

onsdag den 1. januar 2014
Korruptión í Kringvarpinum
Hví koyrir Dia ikki pengarnar í sín egna lumma? Tí tað er korruptión.
Er nakar sum heldur, at tað er nakað annað, tá Dia og Kári avtala, at pengarnir fara í lummarnar hjá Kára?
Sikken eitt svínarí!
In.fo skrivar:
Les meira um mátar at snýta.

Kári selir senditíð fyri 110.000 krónur
Les meira um mátar at snýta.
lørdag den 28. december 2013
Kaj og Jacob ikki samdir um fiskivinnupolitikkin
Sum eg fyrr havi víst á, segði Kaj Leo, løgmaður, í valstríðnum við útvarpið um fiskivinnureform:
Eg haldi ikki ein nýggjur fiskivinnureformur skal skundast ígjøgnum (men) allir teir sum hava bundið seg til tað hava so eisini ábyrgdina til at hann verður gjøgnumførdur.
"Teir" eru flokkarnir sum gjørdu makrelsemju í 2011:
onsdag den 18. december 2013
Misvísandi ræðukampanja frá Hagstovuni?
Hagstovan hevur gjørt eina nýggja fólkaframskriving. Ella brúkar eitt nýtt model, ið er reint stokastiskt, tvs. ikki byggir á ávísar metingar um framtíðina.
Les meira um modellið og framskrivingarnar á linkinum omanfyri. Ella lurta eftir samrøðu, Rás 2 hevði við Jón Joensen á Hagstovuni. Og útvarpið tosaði eisini við Jón.
Talan er helst um eitt frálíkt model, men eg eri ikki akkurát imponeraður av mátanum tey leggja úrslitini fram og hvat tey brúka modellið til.

| Mynd hjá Hagstovuni av fólkaframskriving. |
Talan er helst um eitt frálíkt model, men eg eri ikki akkurát imponeraður av mátanum tey leggja úrslitini fram og hvat tey brúka modellið til.
torsdag den 12. december 2013
Fíggjarpolitikkur og veðrið
In.fo veit at siga
Men at samtykkja javnvág á fíggjarlógini er líka býtt sum at samtykkja gott veður. Tað er tó bara tann fyrra samtyktin, sum kann verða beinleiðis skaðilig.
- Javnvág skal vera á fíggjarlógini fyri 2016.
Tað eru bæði samgongan og andstøðan í Fíggjarnevndini samd um.
Men at samtykkja javnvág á fíggjarlógini er líka býtt sum at samtykkja gott veður. Tað er tó bara tann fyrra samtyktin, sum kann verða beinleiðis skaðilig.
torsdag den 5. december 2013
Eldraøkið og kommunal útjavning -- ein uppskrift uppá afturvendandi problem
Annika Olsen vitjaði DV-studio í kvøld og greiddi frá fyrireikingunum at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita. Tá eg hoyrdi hana tosa um ein index-mun sum minkar, fór eg í blekkhúsið!
Har er einki skil á mátanum, kommunurnar skulu kompenserast fyri at yvirtaka eldraøkið frá landinum.
Man blandar tvey problem saman:
Loysnin man hevur valt er, í staðin fyri at kompensera fyri nr. 2 vil man kompensera fyri gomlu syndina í nr. 1 umframt at endurrinda kommununum fyri botnfrádráttin (eini 180 mió kr), og so leggja eitt sindur aftrat (80 mió kr) fyri at samlaða upphæddin skal passa til nr. 2. Tí tað gevur størri útjavning. Og so hevur man rokna eitt index (100 er miðal) sum vísir at munurin millum tað hægsta (Tórshavn) og tað lægsta (haldi tað var Skopun) minkar. Men ikki nokk, so kommunurnar í Sandoynni fáa serligar treytir.

- Landið hevur við skattalógum og millumlanda avtalum ígjøgnum nógv ár útholað inntøkugrundarlagið hjá kommununum, íalt er talan um eini 130 mió kr, sum kommunurnar hava verið noyddar at hækka kommunuskattaprocentið
- Kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið, sum kostar umleið 400 mió kr, men til ber ikki at hækka kommunuskattin meira
Loysnin man hevur valt er, í staðin fyri at kompensera fyri nr. 2 vil man kompensera fyri gomlu syndina í nr. 1 umframt at endurrinda kommununum fyri botnfrádráttin (eini 180 mió kr), og so leggja eitt sindur aftrat (80 mió kr) fyri at samlaða upphæddin skal passa til nr. 2. Tí tað gevur størri útjavning. Og so hevur man rokna eitt index (100 er miðal) sum vísir at munurin millum tað hægsta (Tórshavn) og tað lægsta (haldi tað var Skopun) minkar. Men ikki nokk, so kommunurnar í Sandoynni fáa serligar treytir.
lørdag den 23. november 2013
Glíðibreytin!
Um samkynd parløg ikki blíva javnsett í hjúnabandslógini kunnu vit vera vís í, at tað er bara fyrsta stig. Søgan eigur læra okkum, at afturhaldskreftirnar steðga ikki, tá tær fáa viðhald í einum kravi. Tað næsta verður kanska, at samkynd parløg verða kriminaliserað og bøssar og lesbisk verða koyrd í fongsul.
Hetta er glíðibreytin, ið vit fara at hoyra nógv um í næstu viku, og eg vil staðiliga ávara ímóti henni!

onsdag den 20. november 2013
Vorðið sum kanningarstjóri!
Løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, ið eisini er løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur valt Annfinn V. Hansen til kanningarstjóra. Til uppgávuna at fríkenna Kára og Kaj er talan sikkurt um eitt skilagott val. Men tað skuldi ikki vera uppgávan.
Útvarpið veit at siga, at Annfinn hevur sitið á Løgtingið fyri Fólkaflokkin. Løgtingsformaðurin forsvarar hetta tápuliga og óacceptabla val við, at hann ikki kann velja ein sum hevur sitið á Løgtingi fyri ein annan flokk.
Og Annfinn sigur sjálvur við útvarpið, at hann ikki sær nakrar habilitetstrupulleikar. Sum vit skulu síggja, hevur Annfinn sína heilt egnu meting av inhabiliteti.

lørdag den 16. november 2013
Kringvarpið: Privatisering -- við ella uttan kapping?
Í miðlunum boðar Dia Midjord, Kringvarpsstjóri, frá, at Kringvarpið aftur í ár fer at lata privat felag gera nýggjárssendingina. Burtursæð frá tíðindapartinum, verður restin útliciterað.
Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, um henda avgerð og mannagongdin annars fylgir nýggja Rundskriv um keyp av vørum og tænastum hjá tí almenna, sum Fíggjarmálaráðið kom við í oktober í sambandi við stovnan av almennum innkeypsportali.
Eg veit ikki, um rundskrivið er galdandi fyri keyp hjá Kringvarpinum, (tað er galdandi alt keyp omanfyri 50.000 kr. u/mvg av vørum og tænastum, men bara játtanarslagið rakstrarjáttan, og við nøkrum undantøkum), men tað er ikki poengið.
Kapping skal vanliga fyrst og fremst tryggja, at tað almenna ikki keypir dýrari enn neyðugt, umframt forða fyri korruptión. Hetta eru tvey frálík endamál, ið Kringvarpið eigur arbeiða eftir, óansæð um tað er teimum álagt ella ei. Eg gangi so í hvussu er út frá, at tey ganga inn fyri tí, og at borandi journalistikkurin hjá teimum sum viðhvørt ansar eftir bæði almennari ovurnýtslu og korruptión, er ikki bara komedia.

fredag den 15. november 2013
Nei, Flóvin er ikki á facebook!
Eg eri slett ikki á facebook ... um nakar ivast.
So hetta er bara nakað, Føroyaportalurin hevur funnið uppá!

Abonner på:
Opslag (Atom)