Eg haldi ikki ein nýggjur fiskivinnureformur skal skundast ígjøgnum (men) allir teir sum hava bundið seg til tað hava so eisini ábyrgdina til at hann verður gjøgnumførdur.
"Teir" eru flokkarnir sum gjørdu makrelsemju í 2011:
Hjartasuff og illsinnisgleps ... til øsing og upplýsing ... um búskap og búskaparfrøði ... og um hvussu politikkur, miðlar og lobbyisma grugga alt.
Eg haldi ikki ein nýggjur fiskivinnureformur skal skundast ígjøgnum (men) allir teir sum hava bundið seg til tað hava so eisini ábyrgdina til at hann verður gjøgnumførdur.
| Mynd hjá Hagstovuni av fólkaframskriving. |
- Javnvág skal vera á fíggjarlógini fyri 2016.
Tað eru bæði samgongan og andstøðan í Fíggjarnevndini samd um.
![]() |
| Fólkatalsbýtið millum kynini í og uttanfyri Havnina. Kelda: Hagstovan |
”Almenningurin hevur í júst hesum málinum fingið eina skakandi mynd av hvussu politikkur kann verða rikin handan afturlatnu dyrnar í Tinganesið.”
Hetta vóru ein av síðsti setningunum hjá journalistinum í sendingini : ”Skálafjarðatunnilin – kosta hvat tað kosta vil.” Well, at avgerðirnar um stórpolitisk mál verða tiknar aftanfyri afturlatnu dyrnar í Tinganesið er einki nýtt. Tað er okkara politiska siðvenja. Í so máta er Skálafjarðatunnilin einki eindømi og hendan samgongan førir faktiskt bara víðari tí siðvenju, ið hevur eyðkent politisku skipanina síðani 1995. Í samband við mína bacheloruppgávu síðsta vár, fann eg framm til at 66% av øllum uppskotum, síðani nýggja stýrisskipanarlógin var sett í gildið, verða løgd framm av landsstýrinum. 52% av hesum uppskotum verða samtykt uttan at løgtingið ger nakað broyting yvirhøvur. 39% av teimum verða samtykt, við onkrari broyting. Tað vil siga, at 91% av uppskotunum frá landsstýrinum verða samtykt, harav flestu teirra, verða samtykt soleiðis sum sitandi landsstýrið ynskir at tey skulla vera. Bara 1,3% av uppskotunum frá landsstýrinum verða feld. Fyri at illustrera hetta síðsta hagtalið eitt sindur betri, so eru tað einans 12 uppskotum sett framm av landsstýrinum síðsti 17 tingseturnar, ið eru feld av løgtinginum. Tað er ræðandi lítið. Eyðsýnt er tí, at tað er rættiliga ósannlíkt, at eitt uppskot frá landsstýrinum verður felt, óansæð hvat orðaskiftið í tinginum ella fjølmiðar, avdúka. Nevnast kann so eisini, at av feldum uppskotum eigur løgtingið 95,8%.
Legg til merkis viðvíkjandi hesum hagtølum, at tað er ikki samgongu, andstøða býtið, ið eg viðmerki, men valdsbýtið millum løgtingið, sum lóggevandi vald og landsstýrið, sum útinnandi vald. Tað er ikki at taka munnin ov fullan, um eg sigi at løgtingið hevur í praksis frásagt sær tað lóggevandi valdið og givið tað til landsstýrið. Tað hevur so ført við sær, at landsstýrisfólk og løgmann ikki kenna sær hógv, men oftani føra seg framm, sum tey hava óavmarka vald. Hetta er ikki bara galdandi fyri hesa samgonguna, men Skálafjarðatunnilin er eftir mínum tykki eitt dømi um hetta. Løgtingið og tann viðgerð, ið fer framm har, verður sostatt ikki nógv meira enn ein sjónleikur fyri almenninginum. Uttan at fara inn í eina teoretiskan frágreiðing, so er trupuleikin, at stýrisskipanarlógin er ein mótsigandi lóg, ið bæði mælir til eitt tríbýtið av valdinum, men eisini, við at innføra parlamentarismu, eina samanrenning av valdinum. Við øðrum orðum, stýrisskipanarlógin er ein stór andsøgn.
Tað er eftir mínum tykkið størsti trupuleikin við føroyskum politikki í dag, men tíverri ein støða, ið flest allir flokkar, tykjast at stuðla.
Fyrrverandi Hægstarættardómari og professor dr.jur. á KU Henrik Zahle sáli skrivaði í síni viðurkendu lærubók "Regering, Forvaltning og Dom á síðu 199:
"En særlig pligt til tilsyn og kontrol med ministrene påhviler Statsministeren. Opstår mistanke om ulovlige forhold, må den pågældendes minister afkræves en forklaring, og en undersøgelse eventuelt iværksættes. Under rigsretssagen 1909-10 mod (S.Berg og) J.C. Christensen blev det udtalt, at J.C. Christensen ikke havde handlet forsvarligt som konseilspræsident (nu: statsminister) ved at have undladt at anstille nærmere undersøgelser i anledning af de mod Alberti fremsatte beskyldninger for misbrug og vilkårlighed i embedsførselsen."Í Føroyum átti løgmaður sostatt fyri langari tíð síðani sett ein óheftan kanningarstjóra at kanna málið um Eysturoyartunnilin til botns. Tað er fullkomiliga láturligt, at eftirlitsskylda løgmans sambært stýrisskipanarlógini verður niðurgjørd til tað, sum Sjúrður Rasmussen í síni "eftirlitsfrágreiðing" kallar eina størri ella minni óvissa forsøgn um eitt hypotetiskt rættarmál.
![]() |
| Fólkatalið á Sandi. Kelda Hagstova Føroya (og her og her). |
Føroyar eru tað landið í Europa, sum upp á seg fær størsta ískoyti til búskapin frá lønum vunnar uttanlandsTalan er um 850 mió kr árliga í síðstu uppgerð, ið svarar til 6.5 pct av BTÚ. Soleiðis sett fram í DV, ljóðar tað positivt við øllum hesum inntøkunum úr útlandinum.
Tað var ikki neyðugt at fara aftur í tingið við Eysturoyartunlinum, tí landsstýrismaðurin hevði heimildina frammanundan(Beint sum eg skrivi hetta síggi eg at aðalstjórin sigur tað sama í Degi og viku í kvøld.)
Mens svenske veier scorer høyt på samfunnsøkonomisk lønnsomhet, er det motsatt for norske veiprosjekter.
Svenske politikere detaljstyrer mindre og overlater mer samferdselsplanlegging til fagfolk. Det har gitt langt mer lønnsomme prosjekter enn i Norge.
Derfor er svenske veier og jernbane mer lønnsomme enn norske.
Vit hava meira enn nokk at sæð til at reetablera ráðið aftaná at tað bleiv umskipað.
(Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum)