Jacob Vestergaard og Fólkafl hava nú fingið lov at deila fiskirættindi fyri hálva miljard út til sínar vinir. Kapping er bannlýst. Rættindini verða tikin frá eigaranum (Føroya fólk) uttan endurgjald.
Nú skal Johan Dahl og Sambfl so hava lov at deila vindmyllurættindi til sínar vinir. Eisini uttan kapping. Og rokningin verður send til streymbrúkararnar: Føroya fólk.
Fólkafl ein stóran og Sambfl ein lítlan. Føroya fólk rindar.
Tað er ikki neyðugt at kanna, hví Føroyar eru dýrasta land í verðini -- orsøkin finst á Tinghúsvegi 1.
Hjartasuff og illsinnisgleps ... til øsing og upplýsing ... um búskap og búskaparfrøði ... og um hvussu politikkur, miðlar og lobbyisma grugga alt.
torsdag den 31. maj 2012
ABDH er høgrumegin Friedman
Politikkurin hjá ABDH-samgonguni er:
Tað er sum Milton Friedman segði, tá hann kritiseraði, at samfelagið favoriserar tey frammanundan vælbjargaðu:
- Tá fiskirættindi verða útlutað til reiðarar uttan kapping er eingin sum atkvøður fyri marknaðarbúskapi, men
- um manningarfeløgini skulu hava rætt at samráðast vegna manningina er tað skeivt at leggja seg út í arbeiðsmarknaðin.
Tað er sum Milton Friedman segði, tá hann kritiseraði, at samfelagið favoriserar tey frammanundan vælbjargaðu:
This is socialsm for the rich, free enterprice for the rest.
onsdag den 30. maj 2012
Andrass Skaalum um uppboðssølu
Andrass Skaalum viðmerkir (m.a. her og her), at sambandsmaðurin Eivin Jacobsen hevur atkvøtt saman við andstøðuni um uppboðssølu av makreli:
Út frá einum liberalum búskapar sjónarmiðið tykist mær haldgott grundarlag verða fyri uppboðssølu.
Í prinsippinum ein rættiliga einføld skipan.Politiska skipanin fær tá helst brúkt orku sína betur til onnur konstruktiv stig fyri vinnuna.
- Vinnan regulerar seg sjálva og best riknu fyritøkur fáa mest burturúr.
- Nýggir aktørar hava fríari atgongd at gera seg javnbjóðis galdandi.
- Minst møgulig binding til politisku skipanina, ið bert skal tryggja karmarnar.
Margháttlig at sokallaðir liberalir flokkar, brádliga ikki vilja vita av einum veti av liberalismu.
hmmmmm?
tirsdag den 29. maj 2012
Hvørjum stríðist tú fyri?
meirilutin í vinnunevndini vil ikki hava uppboðssølu um makrelin, og vil hava sáttmálar uttan um manningarfeløgini:
tað er ein spurningur, hvørjum man heldur við: fólki ella kapitalistum
- reiðarar skulu ikki kappast, men
- manningar skulu undirbjóða hvørja aðra fyri at fáa makrelkjans við reiðarum sum hava fingið tilfeingið ókeypis
fredag den 25. maj 2012
Portalurin sjuskar ov illa
Portalurin skrivar stórtíðindi, at danskir ráðharrar fáa stóra lønarhækking. Tað er enntá nakað tey hava frá donskum miðlum:
Viðhvørt kann man velja at hugsa seg eitt lítið sindur um, áðrenn man skrivar, men tað er ikki nógv brúkt á portalinum. (Men útvarpið er ikki nógv frægari.)
Hasi 31 pct eru reguleringin síðani lønartalvan varð gjørd í 1997. DR hevur gjørt eina stuttliga yvirskrift, sum ger at Árni misskilir alla greinina. DR-greinin er her.
Og annars hevur henda stjórnin longt lækkingina av lønini hjá ministarunum, sum Løkke byrjaði við, so hon nú verður galdandi til og við 2015. Tað stendur í somu DR-grein, fleiri detaljur kunnu lesast her. Samstundis verður mannagongdin við dupultari fráfaringarløn fyri ministarar avtikin.
So tað sum er hent er at lønartalvurnar framvegis verða reguleraðar við vanligu lønarhækkingunum, men ministarar hava framhaldandi fyribils niðurskurð uppá 5 pct.
Tað hevði lætt nógv um, um portalurin legði link til sínar keldur við, tí tað er so ofta at lesarin sjálvur noyðist at kanna hvat tað er portal-journalisturin hevur misskilt.
Danskir fjølmiðlar skriva nú, at nakrar fáar tímar undan fundinum millum stjórnina, arbeiðsgevararnar og arbeiðstakararnar hevði Fólkatingið samtykt eitt lógaruppskot, sum gevur ráðharrunum 31 prosent meiri løn um árið. Samtyktin ber í sær, at ráðharralønin hækkar úr 924.859 krónum í 1.212.164 krónur.
Viðhvørt kann man velja at hugsa seg eitt lítið sindur um, áðrenn man skrivar, men tað er ikki nógv brúkt á portalinum. (Men útvarpið er ikki nógv frægari.)
Hasi 31 pct eru reguleringin síðani lønartalvan varð gjørd í 1997. DR hevur gjørt eina stuttliga yvirskrift, sum ger at Árni misskilir alla greinina. DR-greinin er her.
Og annars hevur henda stjórnin longt lækkingina av lønini hjá ministarunum, sum Løkke byrjaði við, so hon nú verður galdandi til og við 2015. Tað stendur í somu DR-grein, fleiri detaljur kunnu lesast her. Samstundis verður mannagongdin við dupultari fráfaringarløn fyri ministarar avtikin.
So tað sum er hent er at lønartalvurnar framvegis verða reguleraðar við vanligu lønarhækkingunum, men ministarar hava framhaldandi fyribils niðurskurð uppá 5 pct.
Tað hevði lætt nógv um, um portalurin legði link til sínar keldur við, tí tað er so ofta at lesarin sjálvur noyðist at kanna hvat tað er portal-journalisturin hevur misskilt.
Bloggurin fer ikki í summarfrí
Sagt skal vera frá, at bloggurin fer ikki í summarfrí Nógv tilfar er at skriva um, og nógv hugskot eru enn sum ikki eru vorðin grein.
Avgerðin var tikin áðrenn sendingina Pressan í útvarpinum hjá Kringvarpinum í dag, men tað er tó orsøkin til at henda fráboðan kemur nú. Og hevði ætlanin aðrenn verið at fara í summarfrí, hevði tað helst verið broytt eftir sendingina í dag, serliga hesi úttalilsini um avgerðina, at Dagur og vika fer (fara?) í summarfrí:
Niels Uni Dam, miðlafrøðingur:
Birgir Kruse, ritstjóri:
Flóvin bloggar ætlar sær framhaldandi at vera til og ræðist eisini glíðibreytir.

hetta setir spurnartekin við rættin hjá Kringvarpinum at verða til.
Birgir Kruse, ritstjóri:
hetta er ein glíðibreyt, sum reisir spurningin, hvat man í grundini vil við einum føroyskum sjónvarpi.
Flóvin bloggar ætlar sær framhaldandi at vera til og ræðist eisini glíðibreytir.
torsdag den 24. maj 2012
Tak dystin á uppboðssøluni í staðin
Varðin og Thor skjóta eftir hvørjum øðrum við ákærum um ódugnaskap o.a. Seinast hevur Hans Andrias skírt Varðan o.a. fyri nótabarónar, sum hava søpla milliardir burtur.
Tá tað er upptrekk til bardaga á eini barr, plagar duravørðurin biðja menn fara útum at avgera tað. Í hesum føri er eitt frálíkt alternativ til almenna útspilling til at avgera, hvør fær mest burtur úr makrelinum: uppboðssøla. Á vágaportalinum hevði eg hesa viðmerking:
Tað sum frágreiðingin hjá Hans Andrias eigur at læra okkum er ikki, hvørt man skal lurta eftir Thor ella Varðanum, men at kapping skal til, sum loyvir nýggjum aktørum at bjóða av, so vinnan ikki stagnerar.
Hetta vita øll í verðini -- uttan tey sum stíla fyri føroyskari fiskivinnu.
Hvat er endamálið við búskaparfrøðingum?
Hvat er orsøkin til búskaparkreppuna sum nú herjar heimin: Er búskaparfrøðin skeiv ella eru búskaparfrøðingar til fals? Eg haldi, sum eg fyrr havi skrivað, at talan er meira um tað seinna. Men eisini er nógvur politikkur uppií tí sum vit halda er fakligt kjak.
Institute for New Economic Thinking hevði um miðjan apríl eina ráðstevnu í Berlin (hana vendi eg helst aftur til) undir heitinum Paradigm Lost - Rethinking Economics and Politics.
Týska Stifterverband gjørdi samrøðu vð Robert Johnson, formann fyri INET, ið hugleiðir sera skilagott (tað má eg siga, tí nógv av tí havi eg sjálvur verið inni á) um hvat er gingið galið við búskaparfrøðini.
Um evnið interesserar ein, er vert at brúka sjey minuttir uppá at hyggja eftir samrøðuni.
Ein týdningarmikil partur av boðskapinum er, at búskaparfrøðingar skulu gera upp við seg sjálvan:
Her er link til ein blog um samrøðuna á INET, og til video við samrøðuni.

At the core, economics is about politics and about power, and the question for the economists is whose power are you going to serve as an expert.
Are you going to serve institutions of power or the people more generally?
Her er link til ein blog um samrøðuna á INET, og til video við samrøðuni.
onsdag den 23. maj 2012
Sosialpolitikkur í makrelsori
Kringvarpið veit at siga:
Størsta sosialpolitiska átak í nýggjari tíð liggur nú í skeljasori. Heili 78 milliónir krónur koma at vanta í. Hvat sigur Kaj? Ynskir hann stadigvekk sínum facebook-vinum sólríkar dagar?
Verður avreiðingargjaldið tvær krónur kilo, fer einki útlendskt móttøkuskip at taka ímóti makreli, sigur Ludvík við Stein.
Størsta sosialpolitiska átak í nýggjari tíð liggur nú í skeljasori. Heili 78 milliónir krónur koma at vanta í. Hvat sigur Kaj? Ynskir hann stadigvekk sínum facebook-vinum sólríkar dagar?
tirsdag den 22. maj 2012
Meira lobbyisma er loysnin?
Axel Hansen heldur seg vita, hvussu trupulleikin við tilvildarligum lobby-ávirkaðum fiskivinnupolitikki kann loysast: Meira lobbyisma:
Um nøkur fiskivinna vil hava vinning í framtíðini, skal politiski mynduleikin í Føroyum og teirra hándlangarar, lata alla vinnuna geva boð um hvussu skipast skal fyri. Hvør á sínum økið veit best. samanlagt er eingin ivi um, at allir partar vera nøgdir um rætt verður handla.
At leggja saman meiningina hjá 100 lobbyistum behøvist ikki vera betri enn at lurta eftir 3 lobbyistum. Og at vinnan er nøgd er als ikki eitt gott succeskriterium at brúka, tá talan er um útlutan av natúrresursum, tvørturímóti.
Tað er gratis at hava eina meining. Fyri at lúka reyp og bullshit burtur skulu heldur krevjast veruligir pengar á borðið , so nógv betri var at koyrt makrelkvotuna á uppboðssølu. So kunnu allir partar bjóða uppá makrelin eftir hvussu teir halda teir megna at fáa burtur úr.
mandag den 21. maj 2012
Samfelagsbúskapur er ikki privatbúskapur
-- og almenna fíggjarlógin er ikki eitt vanligt húsarhaldsbudgett.
Robert Shiller skrivar í grein í The New York Times:
Jared Bernstein leggur aftrat á sínum bloggi:
Sum eg havi verið inni á so ofta, skal man vera sera ansin at brúka metaforar í kjaki, tí fólk sum ikki skilja upprunaliga problemstillingin, skilja sjáldan heldur, at metaforurin gevur góða meining.
Robert Shiller skrivar í grein í The New York Times:
one of the most dangerous analogies in political economy: “families have to tighten their belts in tough times, so the government should too.”
Jared Bernstein leggur aftrat á sínum bloggi:
“Dangerous” not just because it’s so very wrong—the opposite is true—but because it sounds so right.
Sum eg havi verið inni á so ofta, skal man vera sera ansin at brúka metaforar í kjaki, tí fólk sum ikki skilja upprunaliga problemstillingin, skilja sjáldan heldur, at metaforurin gevur góða meining.
lørdag den 19. maj 2012
Búskaparfrøði fyri børn og samgonguna
Tá tey verða ordiliga lýst, skilja tey flestu incitamentir, ið eru central í búskaparfrøðini. Sjálvt børn skilja tað, sum henda teknirøð lýsir so væl:
Foreldrini geva gentuni økonomisk incitamentir at gera skúlating, men her eru incitamentini ikki nóg væl gjøgnumhugsað, og gentan sum sambært teknirøðini hevur potentiali at blíva búskaparfrøðingur (onkur vildi heldur sagt potentiali at blíva kapitalist) er snildari enn foreldrini. Hetta dømi lýsir tí ikki einans incitamentir, men eisini tað sum í finansieringsteori verður rópt arbitrage, ið er ein risikofríur ókeypis vinningur.
![]() |
| Trýst á myndina fyri at gera hana størri. (Myndina hevur Institute for New Economic Thinking lagt á facebook.) |
Foreldrini geva gentuni økonomisk incitamentir at gera skúlating, men her eru incitamentini ikki nóg væl gjøgnumhugsað, og gentan sum sambært teknirøðini hevur potentiali at blíva búskaparfrøðingur (onkur vildi heldur sagt potentiali at blíva kapitalist) er snildari enn foreldrini. Hetta dømi lýsir tí ikki einans incitamentir, men eisini tað sum í finansieringsteori verður rópt arbitrage, ið er ein risikofríur ókeypis vinningur.
Føroyskur almennur stuðul til útlendska vinnu
Dánjal Jákup Meinertsson, formaður í felagnum hjá útisiglarum, skrivar á vágaportalinum:
Eg kann ikki annað enn undrast á argumentatiónina:
ein ungur maður við smáðum børnum, sum fær í boði at arbeiða skattafrítt á einum norskum akkershandlara í vesturafrika, um hann flytir til Danmarkar, kann freistingin gerast ov stór. Føroyar hava brúk fyri tí unga mannnum,
Eg kann ikki annað enn undrast á argumentatiónina:
Um Føroyar hava brúk fyri hasum manninum, so er skeivt og øvugt at brúka skattaskipanina at stuðla honum at leggja sína arbeiðskraft uttanlands.
Føroyingar sum arbeiða uttanlands geva also sítt íkast til onkran útlendskan búskap, og ikki tann føroyska.
Tveir klókir menn og ein føroyingur
Joseph Stiglitz í framløgu á kjakfundi, ST skipaði fyri:
Jens Stoltenberg í samrøðu við Katrin Petersen í sjónvarpinum:
Flóvin Eidesgaard á facebook í viðmerking til úttalilsi hjá Stoltenberg:
This much should be clear: Austerity has not worked and will not work. No large economy has ever recovered from an economic slowdown and economic downturn, let alone one of the magnitude that is facing Europe and America today through a program of austerity and Europe and America are both large economies.
Jens Stoltenberg í samrøðu við Katrin Petersen í sjónvarpinum:
Vi kan inte spare os ud af krisen. Vi må arbejde os ud af krisen.
Flóvin Eidesgaard á facebook í viðmerking til úttalilsi hjá Stoltenberg:
Sparipolitikkurin hjá stjórnum í serliga Bretlandi og Spania svarar til at eitt húski sum hevur staðfest, at skuldin er ov stór, avger at konan skal fara niður í hálva tíð.
fredag den 18. maj 2012
Høgravongurin: slagorð og ongin ábyrgd
Ein høgravongur sum vil stjórna eftir slagorðum er ábyrgdarleysur. Hóast grundleggjarin av modernaðari búskaparfrøði, Adam Smith, eisini var faðirin av liberalismuni, so ásannaði hann, at tað almenna hevur ein leiklut í samfelagnum og búskapinum. Sum hann skrivar í The Wealth of Nations:
Skattur er ikki revsing, men neyðugu fyri at samfelagið kann fungera, og Adam Smith vil ikki hava flatskatt, men progressivan skatt:
The third and last duty of the sovereign commonwealth, is that of erecting and maintaining those public institutions and those public works, which though they may be in the highest degree advantageous to a great society, are, however, of such a nature that the profit could never repay the expenses to any individual or small number of individuals; and which it therefore cannot be expected that any individual or small number of individuals, should erect or maintain. (Bók 5, Kap. 1.)
Skattur er ikki revsing, men neyðugu fyri at samfelagið kann fungera, og Adam Smith vil ikki hava flatskatt, men progressivan skatt:
The rich should contribute to the public expense, not only in proportion to their revenue, but something more than in that proportion.
(...) Every tax, however, is, to the person who pays it, a badge, not of slavery, but of liberty. (Bók 5, Kap. 2.)
onsdag den 16. maj 2012
Alneyðugt við álítandi og óheftum hagtølum
Tað er alneyðugt við óheftum hagtølum og fakligum tilmælum sum politikarar ikki hava ávirkan á. Tí skulu Landsbankin og Hagstovan liggja uttanfyri beinleiðis politiska ávirkan, og tað skal ikki vera nakar ivi um tað heldur. Hetta er altíð galdandi, men serliga tí tað er jú vandi fyri at viðhvørt koma slíkar typur sum Jørgen framat, ið vilja hava embætisfólk sum bara makka rætt.
Í amerikanska statinum Wisconsin er Scott Walker, ein republikanari (teir eru jú fyrimyndirnar hjá Jørgen Niclasen og kompaní) guvernørur, og hann kom til valdið uppá at skapa fleiri arbeiðspláss. 250 000 arbeiðspláss eftir fýra ára valskeiðnum hjá guvernørinum, lovaði hann.

Gestabloggari: Paul Krugman
Eg havi fingið onkrar afturmeldingar um at tær fittu og hampiligu bloggviðmerkingarnar eru hugaligari at lesa enn tá eg royni at rætta lygn og manipulatión hjá onkrum, ella gevi onkrum eitt spark sum ikki dugir síni ting.
Tað er ikki ætlanin at kalla fólk býtt. Tá eg hendingaferð geri tað, so haldi eg altíð eg grundgevi væl fyri tí. Men tað er ofta, at eg tali at, tá fólk lúgva og manipulera, ella tá fólk í týdningarmiklum størvum ikki gera sítt arbeiði til lítar, t.d. journalistar ella embætisfólk, fyri ikki at tala um politikarar. Eg haldi man skal siga tað, tá man sær manipulatión ella fakligan dovinskap.
Paul Krugman er ikki gestabloggari her, men hann skrivaði eina bloggu fyri nøkrum døgum síðani, sum eg eins væl kundi skrivað sjálvur, við bara at rætta nakrar detaljur so tær passa til tað eg skrivi mest um. Eg endurgevi hana her:

Macroeconomic Morality
A brief postscript to today’s column: contrary to what some people may think, I don’t regard anyone who disagrees with me as necessarily a mendacious idiot. Economics is hard, and people will disagree. Sometimes people will give advice with the best of intentions that turns out, in hindsight, to have been disastrous; that’s a tragedy but not a sin.
tirsdag den 15. maj 2012
Kapping, men bara ikki í fiskivinnuni
Tá landið skal byggja ein skúla ella eitt røktarheim, so verður arbeiðið bjóðað út, og tann sum kann gera uppgávuna bíligast fær arbeiðið. Onkuntíð er ein partur av uppgávuni at skjóta upp, hvussu byggjast skal, og tá er ein kombinatión av fleiri kriterium sum avger, hvør fær uppgávuna, og ikki bara prísurin.
Tá landið hevur gjørt undirsjóvartunlar hevur uppgávan verið meira neyvt definerað enn bygningar. Tá telur einans prísurin fyri at gera tunnilin, tó kanska dagbøtur fyri seinkingar verða lagdar aftrat.
Tá landið hevur eina bygdaleið, verður hon útliciterað til tann sum kann gera tað bíligast. Um leiðin gevur yvirskot og ferðaseðlainntøkurnar fella til tann sum vinnur uppgávuna at røkja leiðina, vil besta boð vera negativt, tvs. at tey sum bjóða vilja rinda fyri at fáa leiðina. Men princippið er tað sama, hóast betalingin fer til landið.
søndag den 13. maj 2012
Tyngdarmegin og marknaðarmegin
Eg síggi eitt áhugavert innslag í "21 Søndag" á DR1 um fyrireikingar av kontrolleraðari spronging av háhúsum í Rødovre. (Sjálv spreingingin er her.)
Eg siti og hugsi, at tað er gott, teir taka tyngdikraftina við í betraktning, tá teir fyrireika og placera spreingiløðingar. Við TV2 segði sprongimeistarin:
Tí annars gera teir sama brølara sum føroyskur fiskivinnupolitikkur, har man letur sum um marknaðarkraftirnar ikki eksistera.
Eg siti og hugsi, at tað er gott, teir taka tyngdikraftina við í betraktning, tá teir fyrireika og placera spreingiløðingar. Við TV2 segði sprongimeistarin:
We use the demolition man's best friend, and that is gravity.
Tí annars gera teir sama brølara sum føroyskur fiskivinnupolitikkur, har man letur sum um marknaðarkraftirnar ikki eksistera.
Stertar, skip og skipan
Eg var fríggjakvøldið til kjakfund hjá MFS í Føroyahúsinum undir heitinum: Stertar, skip og skipan. (Tað var eisini lýst á facebook.)
Tað var eitt blandað fornoyilsi!
![]() |
| Trýst á myndina fyri at gera hana størri. |
Tað var eitt blandað fornoyilsi!
Abonner på:
Opslag (Atom)