Hetta málið - eins og mong onnur í politikki - er eitt av teimum, har ein sum politikkari ikki er 100% vísur í, hvør rættasta avgerðin er. Men niðurstøðan bleiv so tann, at Landsbankin verður søga frá 1. apríl 2013 at rokna.
Hjartasuff og illsinnisgleps ... til øsing og upplýsing ... um búskap og búskaparfrøði ... og um hvussu politikkur, miðlar og lobbyisma grugga alt.
tirsdag den 11. december 2012
Hvat skulu vit við fakfólki?
Í sambandi við kjak á facebook um avtøkuna av Landsbankanum, skrivar Bill Justinussen:
Politikkurin ávirkar búskapin, ikki snakk
Á fíggjarmarknaðinum uppføra fólk seg til tíðir sum hysteriskar kellingar, sum Lykketoft segði. Men tað gera fólk ikki við sínum privatbúskapi. Psykologi og álit hevur nógv at siga fyri búskapin, men hvørki samgonga ella andstøða kunnu ræða fólk við at snakka. Ella rópa.
Tað er politikkurin hjá samgonguni sum er orsøk til, at búskapurin koyrir í tómgongd.
Tað er politikkurin hjá samgonguni sum er orsøk til, at búskapurin koyrir í tómgongd.
mandag den 10. december 2012
Ójavnt er býtt - ójavnt skal býtast
Løgtingið hevur í dag við aðru viðgerð samtykt uppskotið hjá Karsten Hansen um broyting í heilsutrygdargjaldinum. Tað inniber, at láginntøkur skulu rinda minni enn frammanundan og háinntøkur meira enn frammanundan.
Andstøðan hevði annars eitt broytingaruppskot. Sambært uppskotinum hjá andstøðuni skuldu eitt hámark setast á heilsutrygdargjaldið. Hetta hevði við sær, at tey ríkastu skuldu sleppa bíligari. Tey sum forvinna 100 000 kr um mánaðin, t.e. 1.2 miljónir um árið, skuldu, um andstøðan fekk sín vilja, einans rinda 3180 kr árliga í Heilsutrygdargjaldi, í staðin fyri 8520 kr, sum samgongan mælir til.

søndag den 9. december 2012
Upphøggingarstuðul er ikki nøkur loysn
Fiskivinnan hevur havt Fiskivinnuting, sum bankarnir sponsoreraðu, og sambært fundarfrásøgn hevur Gordon Rajani, sum er ráðgevi í Vinnuhúsinum, har hann samskipar uppgávur fyri felagið peningastovnar, mælt til upphøggingarstuðul:
Vit kundu fingið inspiratión frá bankapakkunum, har øll skip gjalda í ein grunn. Gjaldførið í grunninum kundi verið nýtt til at tryggja kreditorar í eini konkursstøðu. Harvið vildi exit úr vinnuni verið snikkaleysari.
Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (8)
Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)
Har stendur um marknaðarligar skipanir fyri býti:
Har stendur um marknaðarligar skipanir fyri býti:
Tá talan er um nýggjan fiskiskap, har eingin kann vísa á meira søguligan rætt enn onnur, kann vera hóskandi at brúka marknaðarligar skipanir fyri útluting og býti. Slíkar skipanir eru vanliga uppboðssøla ella alment útboð.
Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (7)
Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)
Har stendur um eitt íslendskt mál, sum var fyri mannarættindanevndina hjá ST:
Har stendur um eitt íslendskt mál, sum var fyri mannarættindanevndina hjá ST:
Íslendska málið varð tikið upp av tveimum fiskimonnum, sum høvdu keypt sær bát, men sum ikki fingu lut í kvotum av fiskastovnum, har fiskiskapurin varð skipaður við handilskvotum, uttan so at teir keyptu sær kvotur frá øðrum
(...) Teir báðir íslendingarnir hildu, at hetta var í stríð við líkaregluna í grein 26 í ST-sáttmálanum um borgarlig og politisk rættindi. Teir løgdu málið fyri mannarættindanevndina hjá ST, har ein meiriluti upp á 12 av 18 limum gav teimum viðhald.
Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (6)
Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)
Har stendur um bólkingina av fiskiflotanum:
Har stendur um bólkingina av fiskiflotanum:
Bólkingin av fiskiflotanum kann brúkast til at skilmarka marknaðir fyri fiskirættindum. (s. 4)
onsdag den 5. december 2012
Vinnupolitikkur for dummies
Løgtingið viðger broytingar í treytunum fyri alivinnuna og hvør kann vera partur av alivinnuni.
Fá ár síðani man gjørdi broytingar seinast. Ad hoc broytingar so hvørt sum okkurt hendir, sum ikki er dámt. Oftast er tað tó forútsigiligar hendingar.
Útlendingar hava gjørt íløgur, tá tað var lagaligt fyri útlendingar. Nú strammar man treytirnar. Tvs. útlendingar keypa undir einum liberalum regime, har prísurin harvið er relativt hægri, men tvingast at selja, meðan prísurin er relativt lægri.
Av røttum skuldi landið givið hesum útlendsku íleggjarum endurgjald. (Ikki tí eg haldi tað er rætt, men fyri at undirstrika, hvussu ófantaligt, politiska skipanin arbeiðir.)
lørdag den 1. december 2012
Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (5)
Í sambandi við at Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link), var Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum gestur í sjónvarpsstovuni í Degi og viku í kvøld til samrøðu aftaná eitt innslag um fiskivinnupolitikkin.
Samgonguskjalið hjá ABDH-samgonguni sigur m.a. um fiskivinnupolitikkin:
Samgonguskjalið hjá ABDH-samgonguni sigur m.a. um fiskivinnupolitikkin:
Greiður ræðisrættur verður knýttur at veiðiloyvum, fiskidøgum og kvotum. Samgongan saman við fakfólkum ger við útgangsstøði í loyvistreytunum í alilóggávuni uppskot um, hvussu ein tíðaravmarkað/rullandi skipan verður gjørd.
fredag den 30. november 2012
Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (4)
Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)
Har stendur um umsetiligheit av fiskiloyvum og fiskidøgum:
Har stendur um umsetiligheit av fiskiloyvum og fiskidøgum:
Fríari umsetiligheit kann vera eitt amboð at skunda undir tillagingar í fiskiflotanum. Hetta kann gerast við at taka burtur lógarásetingar, sum avmarka flyting av veiðiloyvum og avhending av fiskidøgum. (s. 4)
Kvotur ella fiskidagar?
Thormund Johannesen skrivar aftur um kvotur heldur enn fiskidagar sum háttur at avmarkað fiskiveiðuna uppá.
Thormund hevur skrivað um hetta í eina tíð. (Tvey dømi eru her og her.) Hansara argument hava alla tíðina verið sannførandi. Sum økonom havi saknað eina formliga analysu sum byggir á okkurt mikroøkonomiskt model av atferðini hjá skipaeigarum. Men lat meg siga, at eg eftirhondini blívi meira sannførdur um, at Thormund hevur rætt.

torsdag den 29. november 2012
Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (3)
Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)
Har stendur um frælsi at handla við fiskirættindum:
Har stendur um frælsi at handla við fiskirættindum:
Frælsi at keypa og selja fiskirættindi kann birta undir, at tilfeingið verður gagnnýtt burðardygt búskaparliga. Marknaðarmekanisman skal tryggja, at teir skipaeigarar, sum duga best at reka skipini, og hava atgongd til kapital, skulu hava møguleika at keypa fiskirættindini frá teimum, ið fáa minni úrtøku úr sínum fiskirættindum. (s. 4)
Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (2)
Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)
Har stendur skrivað um tilfeingisgjald og tilfeingisrentu:
Har stendur skrivað um tilfeingisgjald og tilfeingisrentu:
Men fortreytin fyri yvirhøvur at tosa um tilfeingisskatt ella tilfeingisgjøld er, at ein tilfeingisrenta er til staðar. Fiskiskapurin skal kasta nakað av sær, sum er meira enn vanlig samsýning av arbeiðsmegi og kapitali. (s. 4)
Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (1)
Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)
Har stendur skrivað um eginleikar við eini góðari skipan fyri fiskivinnuna:
Har stendur skrivað um eginleikar við eini góðari skipan fyri fiskivinnuna:
Skipanin tryggjar, at ein hóskandi partur av úrtøkuni úr felags fiskatilfeinginum kemur samfelagnum til góðar (s. 3)
onsdag den 28. november 2012
Framleiðsla og kradding sambært Búskaparráðnum
Búskaparráðið definerar kradding soleiðis í temafrágreiðingini frá 2004:
Framleiðsla og kradding
Virksemi, sum førir til privatbúskaparligan vinning, kann bólkast í tvey: framleiðsla ella kradding. Framleiðsla merkir í hesum sambandi vanligt virksemi á vinnuliga marknaðinum, t.e. framleiðsla av vørum og tænastum til sølu.
Men búskaparligar avgerðir verða ikki bara tiknar á vinnuliga marknaðinum ella innanhýsis í fyritøkum. Tær verða eisini tiknar umvegis, gjøgnum ávirkan á politiskar avgerðir. Í hesi frágreiðingini definera vit kradding (enska heitið í búskaparfrøðini er “grabbing”) sum eitt og hvørt virksemi, sum hevur til endamáls at skaffa sær ella sínum áhugabólki privatbúskaparligan vinning gjøgnum sersømdir frá politisku skipanini, tað verið seg serligar skattalættar, ókeypis tilfeingi, alment monopol, almenna hjálp til fyritøkur at sleppa undan húsagangi osfr. Hetta umfatar sostatt bæði lobbyvirksemi fyri at fáa sersømdir, so sum at leggja trýst á politikkarar, skriving í bløðum ella líknandi og tað virksemi, sum ger sær dælt av vunnu sersømdunum, til dømis spekulatión í sambandinum millum fiskiloyvir og kvadratrøtur. (s. 12)
Búskaparfrøðin, tann forbannaða búskaparfrøðin!
Í útvarpinum leygarkvøldið hoyrdu vit Hans Kára Vang,
búskaparfrøðing, greiða frá tí sum hann sigur vera "nýggja
gransking", ið vísir, at vit skulu ikki vænta, at flatskattalættin hjá
ABDH-samgonguni kostar tað stóra, ja sum frálíður kostar hann kanska einki.
Hans Kári hevði framløgu á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin.
Tað sum Hans Kári hevur ført fram eru øll tey hugsaðu góðu argumentini fyri at skattalætti til tey háløntu er eitt gott hugskot. Men tað ger tað ikki til eitt gott hugskot. Tí búskaparfrøði umfatar eina ómetaliga stóra rúgvu av teorium og modellum, sum kunnu forklára alt millum himmal og jørð. Kunnu! Búskaparfrøðingar hava ongar trupulleikar at forklára, hví toppskattalætti onki kostar. Tað er faktisk eisini sera lætt at forklára tað øvugta: hví toppskattalætti kostar nógv, og serliga í longdini, um tað er tað man vil. Tað krevur bara eitt model. Men eitt model og ein forkláring uttan tilsvarandi empiriskt grundarlag er lítið vert. (Empiri uttan model og forkláring er akkra líka lítið verd.)
Hans Kári sigur við útvarpið, at politiskt og
akademiskt fokus er skift seinnu árini, og tí er henda nýggja granskingin komin
við hesum úrslitunum nú. Hans Kári sigur eisini, at tað serliga góða við flatskattalættanum er, at hann fer serliga til tær hægstu inntøkurnar, tí tað gevur mest vøkstur.
Tað sum Hans Kári hevur ført fram eru øll tey hugsaðu góðu argumentini fyri at skattalætti til tey háløntu er eitt gott hugskot. Men tað ger tað ikki til eitt gott hugskot. Tí búskaparfrøði umfatar eina ómetaliga stóra rúgvu av teorium og modellum, sum kunnu forklára alt millum himmal og jørð. Kunnu! Búskaparfrøðingar hava ongar trupulleikar at forklára, hví toppskattalætti onki kostar. Tað er faktisk eisini sera lætt at forklára tað øvugta: hví toppskattalætti kostar nógv, og serliga í longdini, um tað er tað man vil. Tað krevur bara eitt model. Men eitt model og ein forkláring uttan tilsvarandi empiriskt grundarlag er lítið vert. (Empiri uttan model og forkláring er akkra líka lítið verd.)
tirsdag den 27. november 2012
Lærer vi det aldrg?
John Maynard Keynes, May 23, 1939:
It is not an exaggeration to say that the end of abnormal unemployment is in sight. And it isn't only the unemployed who will feel the difference. A great number besides will be taking home better money each week.
The Grand Experiment has begun. If it works -- if expenditure on armament really does cure unemployment -- I predict we shall never go back all the way to the old state of affairs. Good may come out of evil. We may learn a trick or two which shall be useful when the day of peace comes.
If we can cure unemployment for the wasted purpose of armaments, we can cure it for the productive purposes of peace.
Paul Krugman in "The Return of Depression Economics" (2012):
...faced with an economic crisis, countries were urged to raise interest rates, slash spending and increase taxes.
Why, sixty years after Keynes, would anybody think that that was a good idea to break so profoundly with the Keynesian compact?
The answer lay in the preceived need to win market confidence at all cost.
Tað er helt uforståeligt, at vi skal gentage de samme fejl igen.
Hvat er endamálið við Kringvarpinum? (2)
Nýggja føroyska trýeinigheitin: Stórkapitalurin, Fólkaflokkurin og útvarpstíðindini.
Um vikuskifti hevði Jørgen, floksformaður, sjálvur útvarpsreportasjuna frá landsfundinum hjá Fólkaflokkinum.
Í síðstu viku var journalistur hjá útvarpinum orðstýrari, tá kapitalistarnir, saman við politiska valdinum løgdu saman ráð um at ræna fólksins ogn.

søndag den 25. november 2012
Hagfrøðin, tann forbannaða hagfrøðin!
At Heri Petersen sambært portalinum hevur sagt á landsfundi hjá Fólkaflokkinum í Klaksvík, at
Føroyar í (næstan) allar mátar er heimsins besta land,
fær nógvar ákoyringar. Á portalinum og sosialu miðlunum. Hetta er eisini ein øgiliga løgin niðurstøða at gera, og argumentatiónin (sambært greinini) er eisini sum Harragud veit. Men tað man vera blaðmaðurin hjá portalinum sum ikki hevur fingið meira enn helvtina við, og misskilt argumentini og samanhangin, og skrivar bara okkurt út frá tí. Eitt fínt dømi síggja vit í endanum á greinini:
Soleiðis kann man ikki argumentera og tað hevur Heri sjálvsagt heldur ikki gjørt. Tað er nakað, Leo Poulsen á portalinum sjálvur hevur funnið uppá. Og tað hevur Heri eisini sjálvur skrivað í viðmerking til greinina á portalinum.
í mun til lønarlagið eru sosialu veitingarnar í Føroyum tær bestu í verðini. So niðurstøðan er, at Føroyar eru eitt av heimsins bestu londum at liva í.
Soleiðis kann man ikki argumentera og tað hevur Heri sjálvsagt heldur ikki gjørt. Tað er nakað, Leo Poulsen á portalinum sjálvur hevur funnið uppá. Og tað hevur Heri eisini sjálvur skrivað í viðmerking til greinina á portalinum.
fredag den 23. november 2012
Frá fremst til aftast uppá seks ár
Kringvarpið veit at siga, at Føroyar eru einasta Norðurland, har fólkatalið minkar. Í øllum hinum londunum er fólkavøkstur.
Teirra kelda er norðurlendska hagtalsárbókin 2012, sum júst er almannakunngjørd. (sí talvu 3.1, s. 36)
At fólkatalið minkar, er sjálvsagt ikki gott. At tað eisini gongur verri enn í grannalondunum, ger tað enn verri.

Abonner på:
Opslag (Atom)