There are three kind of lies: Lies, damned lies, and statistics.
Í gjár fór ein grafur runt á facebook við tølum um skuldina hjá amerikansku føderalu stjórnini. Grafurin er framleiddur á skrivstovuni hjá Nancy Pelosi, leiðari hjá demokratunum í umboðsmannatinginum í USA, og skuldi vísa, at meðan republikanskir forsetar hava sitið, er skuldin vaksin meira enn tá demokratiskir forsetar hava sitið. Grafurin sá soleiðis út:
Reyðir stabbar eru skuldarøking hjá republikanskum forsetum, bláir hjá demokratiskum forsetum.





