Sider

torsdag den 8. december 2011

Politisk mentan

Hetta er politiska mentanin í Føroyum. Tá embætisfólkini ávara, fáa tey bara ein ordra.

Kelda: Dimmalætting

Høgni spyr Jørgen um tænastuboð

Høgni Hoydal í Tinginum nú:
Kann Jørgen Niclasen vátta, at hann hevur verið noyddur at geva sínum embætisfólkum tænastuboð fyri at fáa tilfarið um pensjónsskatting gjørt, tí embætisfólkini halda, at uppskotið er ábyrgdarleyst?

Poul um Jørgen og SamVit

Poul Michelsen á Tingi:
Vit hava sæð hetta fyrr, at Jørgen Niclasen skrumblar mál ígjøgnum. SamVit liggur í skeljasori, tí hann vildi ikki kanna avleiðingarnar fyrst.

onsdag den 7. december 2011

Soleiðis verður skattalættin fíggjaður

Dávid Isfeld setir tølini upp á facebook:
Vit gjalda uml. 15% av okkara løn í pensjón. 35% av pensjónini verður skattað. Tað merkir, at vit gjalda 5% av okkara løn beinleiðis fyri at fíggja flatskattin. Og tað merkir, at tey, ið tjena 20-25.000 kr um mánaðin gjalda uml. 1.000 kr hvønn mánað beint í lummarnar á fólkum, ið eru væl fyri ella beinleiðis steinrík. Hvat er hent við føroyinginum? Hvussu nógv skal til, áðrenn vit siga stopp, og eisini gera nakað ítøkiligt fyri at steðga hesum gramma og ótespuliga órætti, ið verður framt ímóti okkum uttan skomm?

Rentustuðulin lækkar

Viðm. til grein hjá Kringvarpinum um rentustuðulin:
Samgongan skal hava rós, tá hon hevur rós uppiborið. Ikki er tað bara skilagott at lækka rentustuðulin, at gera tað við at lækka loftið er eisini rætti mátin at gera tað uppá.

(Eg skal nokk nevna tað eisini, um eg finni nakað annað skilagott, sum samgongan hevur funnið uppá.)

Tað skal so eisini sigast, at eg havi skrivað um júst henda mátan at niðurlaga rentustuðulin uppá - fyri hálvum triðja ári síðani. Eg nevni har eisini at lækka procentsatsin á rentustuðlinum, men um loftið lækkar so tað er burtur eftir 20-30 árum, er óneyðugt at lækka procentsatsin umframt, og kanska best at bara lækka loftið, so broytingarnar fyri láglønt verða so varligar sum gjørligt.

Eitt kerligt spark?

Kaj Leo:
Sambandsflokkurin fer altíð at verja tann á niðastu rókum

So tá samgongan tekur pensjónirnar frá teimum á niðastu rókum er talan kanska um eitt kerligt spark!?

tirsdag den 6. december 2011

Øvundsjúka?

Er tað øvundsjúkan sum ger um seg og sum ger at Jørgen ikki unnar alment løntum ein lætta? Hví skulu alment lønt niður í løn, bara tí tey fáa skattalætta?

Ratingbureauer tager fejl

Brot úr grein á dr.dk:
Men S&P er alt for sent ude med sin melding, og desuden har selskabet ikke stor troværdighed, siger Carsten Valgreen, cheføkonom ved det amerikanske analysehus Benderly Economics,
(...)
Valgreen mener, at det er symptomatisk for kreditvurderingsinstitutterne, at de kommer for sent med deres udmeldinger.
- De nedgraderer først, når det er for sent, og ulykken er sket. Det klassiske eksempel er de tre islandske banker, der alle havde AAA-rating, indtil de krakkede i 2008, siger han.

Ungur Sjálvstýris-apologetur

Viðm til apologetiska grein hjá Dávuri í Dali, form. í Unga Sjálvstýri:
Áhugaverdar betragtningar av politiska veruleikanum. Kann Dávur vísa á mál í hesum samgonguskjali, sum hinir flokkarnir ikki ynskja, men sum Sjálvstýrisflokkurin hevur fingið við?

mandag den 5. december 2011

Ójavni er ein trupulleiki, sum man roynir at økja

OECD: Verdens regeringer må gribe ind over for øget ulighed.
ABDH: Denne lov gælder ikke for Færøerne: Vi indfører fladskat.

Forskellen mellem rig og fattig stiger markant, skrivar Politiken:
»Den sociale kontrakt er begyndt at falde fra hinanden i mange lande. Denne rapport slår en pæl gennem antagelsen om, at fordelene ved økonomisk vækst automatisk vil sive ned til de mindre privilegerede, og at øget ulighed giver større social mobilitet«, konstaterer OECD's generalsekretær Angel Gurria med henvisning til rapporten.

Annlis skilir ikki menniskjasýn

Annlis Bjarkhamar á facebook:
Havi trupult við at skilja at politiskir flokkar leggja alt fyri, so at tey sum tjena meira enn 600.000 kr skulu fáa eina lætta, meðan tær familjur sum ikki hava ráð til heitan mat hvønn dag, sum savnað fløskur fyri at fáa mat á borið osfr onki fylla í politiska kjakinum. Hvat er tað fyri mennsikjasýn hesir politikkarar hava?. Kann ikki koma til aðra niðurstøðu enn at okkurt hendir við fólki, tá tey verða vald á ting! Tey missa snøkt sagt sítt hjarta og sína samvitsku :(

Vælferð og trygd og trivnaður

Vælferðarsamfelagið hevur sum endamál at skapa trygd og trivnað fyri fólk við lágum og miðalinntøkum. Ein progressivur skattastigi ger vegin upp til miðalklassan lættari. Kombinatiónin av vælferðarsamfelagi og progressivum skattastiga hevur í Norðurlondum verið við til at gera miðalklassan størri.

Søguliga sæð eru samfeløg við einum stórum miðalklassa tey tryggasta og mest stabilu, so sjálvt í londum uttan væl útbygt vælferðarsamfelag verður ásannað at ein stórur miðalklassi skapar stabilitet og búskaparvøkstur. Ein flatskattur fer at gera vegin frá miðalklassa til múgvandi lættari. Men tað fer gera mótbrekkuna hjá láginntøkum upp í miðalklassan truplari, tað fer at økja ójavnan. Og tað fer at undirgrava fíggingina av vælferðarsamfelagnum og fer sostatt at geva minni tryggleika og minni trivnað.

Skattalætti frá miðjuni á inntøkustiganum og uppeftir er ein prioritering fram um at lætta um hjá teimum sita harðast í tí. At styrkja miðalklassan hevur samgongan valt frá.

lørdag den 3. december 2011

Trýr Kaj Leo sær sjálvum?

Kaj Leo, sambært Brynhild Thomsen í DV í dag (undir mótmælisgonguni):
Eingin - ikki ein - skal fáa tað verri eftir skattaumleggingina enn frammanundan.

Jú, hatta passar kanska á bjartskygdu (naivu) verðini hjá løgmanni. Har eru øll rík, og tað er rætt, tey ríku fáa tað ikki verri eftir skattaumleggingina enn frammanundan.

Kaj Leo um stóru mótmælisgonguna

Kaj Leo í sjónvarpinum:
Tað er -- fyri so vítt -- gott at man kann mótmæla.

Øll rinda skatt eftir sama stiga

Annika Justinussen á facebook:
Tosað verður nógv um, at vit tey háløntu rinda rinda hægri skatt en tey láløntu. Veruleikin er, at vit ØLL hava somu skattaskipan. Vit hava øll ein botnfrádrátt upp á 30.000 - vit rinda øll 7% av teimum næstu 40.000 - vit rinda øll 18% av teimum næstu 70.000 osv. OG EINGIN RINDAR MEIR ENN 50% AV SÍNI LØN Í SKATTI!!

Órættvísur skattalætti er ikki rættvís skatting

Frímund Hansen skrivar grein á vágaportal: Nakrar viðmerkingar til øsingina sum nú er:
Lat okkum unna hvørjum øðrum eina rættvísari skatting.

Hann meinar:
Góðu tit sum liva á hungursmarkinum, kunnu tit ikki unna okkum sum onga neyð líða at fáa meira av lønini í okkara part? Vit vælbjargaðu fáa hægri pensjón og skattalætta, tit fáa ongan skattalætta, men afturfyri fáa lægri pensjón. Tað gongur upp.

fredag den 2. december 2011

Skattalættin er høvuðsrættur, pensjónin er dessertin

Háinntøkur fáa ikki bara skattalætta, men eisini hægri pensjón, um ætlanirnar hjá samgonguni verða framdar. Láginntøkur sum ikki fáa skattalætta, fáa nógv minni í pensjóns.

Pensjón íroknað almenna pensjón við mótrokning sambært pensjónsreformi.

Eg havi brúkt standard aktuar-talvur til at finna lutfall millum inngjald og útgjald.

Kaj Leo sigur, at bara háinntøkur fáa høvuðsrætt. Og láginntøkur skulu rinda fyri dessertina hjá háinntøkunum.

torsdag den 1. december 2011

Bankarnir eru so dýrir sum teir sleppa

Bankastjórin greiddi frá í útvarpinum í kvøld, at ómaksgjøldini fyri akkra somu tænastu vóru ikki tey somu í donsku deildunum sum í føroysku, hóast kostnaðurin fyri bankan er tann sami, tí "marknaðarstøðan er ikki tann sama."

- Ella á føroyskum: Tað er ein spurningur um, hvussu nógv vit kunnu sleppa avstað við at kroysta úr kundunum.

Dumma Dimma

Dimma skrivar í oddagrein 1. december 2011:
74 feløg av ymsum slagi hava boðað til stórt mótmælistiltak í høvuðsstaðnum leygardagin. Parolurnar eru ógvusligar: Tey siga, at nýggja samgongan rætt og slætt er í ferð við at avmontera vælferðarsamfelagið og biðja borgarar fara út í gøturnar at hjálpa feløgunum at bjarga vælferðarsamfelagnum.

Men Dimma heldur ikki, at feløgini sum mótmæla hava nakað at hava sínar atfinningar í.:
grundgevingarnar fyri hesi ógvusligu ræðumyndini hjá fakfeløgum og politiskum feløgum, umboðandi andstøðuna, hava ikki verið mangar og eiheldur sannførandi.
Samgongan sigur tvørturímóti í byrjanini í samgonguskjalinum: ”Fyritreytin fyri einum góðum samfelag fyri øll er búskaparvøkstur, ið tryggjar vælferðina”.
Altso ætlar nýggja samgongan, at vælferðin skal tryggjast og ikki avmonterast.

Hatta síðsta er eisini endurgeving úr oddagreinini! Ikki akkurát indsigtsfull politisk analysa.

onsdag den 30. november 2011

Hoyrt í Løgtinginum

Løgmaður við ein flokk í andstøðuni:
Tit mugu hyggja í egnan barm.

Myndin er frá ólavsøku 2011, so fínur er hann ikki hvønn dag.