Sider

Viser opslag med etiketten Brynhild Thomsen. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Brynhild Thomsen. Vis alle opslag

tirsdag den 5. juni 2012

Uppboðssøla av fiskirættindum og holið í landskassanum

Endamálið við eini uppboðssølu av fiskirættindum at áseta, hvør skal sleppa at gagnnýta hvussu nógv av fólksins ogn vinnuliga, er fyrst og fremst at skapa kapping í fiskivinnuni, so vit fáa eina dynamiska vinnu, ið tillagar seg tilfeingið og marknaðarviðurskifti á útflutningsmarknaðum, í staðin fyri at brúka orku uppá lobbyismu.

Summi eru sum verja lobbyismu, men ein av høvuðsatfinningunum ímóti eini almennari uppboðssølu av fiskirættindum, sum serliga kemur frá pørtum av vinnuni og frá høgru síðu í politisku skipanini er, at ein uppboðssøla verður bara ein umbering fyri at typpa hol í landskassanum, í staðin fyri at taka atlit til vinnuna.

Nú situr ein høgravend stjórn, sum í vinnupolitikkinum í stóran mun verður stýrd av tilvildarligari lobbyismu hjá vinnuligum aktørum. Var nakað hald í nevndu atfinningum ímóti uppboðssølu, so skuldu vit nú sæð ein fiskivinnupolitikk sum hugsaði um vinnuna og ikki landskassan.

lørdag den 3. december 2011

Trýr Kaj Leo sær sjálvum?

Kaj Leo, sambært Brynhild Thomsen í DV í dag (undir mótmælisgonguni):
Eingin - ikki ein - skal fáa tað verri eftir skattaumleggingina enn frammanundan.

Jú, hatta passar kanska á bjartskygdu (naivu) verðini hjá løgmanni. Har eru øll rík, og tað er rætt, tey ríku fáa tað ikki verri eftir skattaumleggingina enn frammanundan.