Sider

lørdag den 21. februar 2004

Lógin hjá Murphy

(Grein í Sosialinum 21. februar 2004 undir teiginum »Teldubrævið«)

Lógin hjá Murphy (»If anything can go wrong, it will«) hevur eina útgávu fyri búskaparfrøðiliga ráðgeving:

Tá búskaparfrøðingarnir eru samdir um tilmæli, hava teir minst ávirkan. Tá teir vita minst og eru ósamdir, verður lurta eftir teimum. (mín týðing)


Hetta galdar nokk eisini fyri fiskifrøðingar og nógvar aðrar frøðingar.

Hetta síggja vit kanska serliga í valstríði, har búskaparpolitisk og onnur uppskot kunnu verða væl undirbygd við endurgevingum frá búskaparfrøðingum og øðrum serfrøðingum, samstundis sum atfinnararnir eisini endurgeva sínar serfrøðingar.

Eitt aktuelt dømi er uppskotið hjá samgonguni um ein skattalætta og samstundis at hækka inngjaldið til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (sum fyrr æt »Samhaldsfasti«). Tað var kanska eitt PR-mistak av teimum stóru, tá samgongan almannakunngjørdi hetta saman, men uttan samstundis at almannakunngera hvussu stóra øking í útgjaldinum frá Samhaldsfasta, økingin av inngjaldinum fór at hava sum beinleiðis avleiðing.

Tí tá atfinnararnir fóru at rokna, var inngjaldið til Samhaldsfasta tikið við sum skattahækking. Men útgjaldið úr Samhaldsfasta var als ikki rokna uppí. Tí gjørdist sosiala slagsíðan so ógvuslig í útrokningunum.

Hvussu nógv prosent aftrat lønini hevði Føroya Arbeiðarafelag skula havt í eftirlønargrunn fyri at teirra limir við eftirlønaraldur skulu fáa eitt eftirlønarútgjald sum svarar til økingina, sum nú kemur í útgjaldinum frá Samhaldsfasta?

Var tað henda øking av útgjaldinum, sum gjørdi atfinningarnar frá fakfeløgunum so nógv veikari eftir kunnandi fundin við landsstýrismannin í fíggjarmálum og løgmann um broytingarnar og avleiðingarnar? PowerPoint er ikki so galið.

Sannleikin man vera, at tað er hvørki so gott sum samgongan sigur, ella so ringt sum atfinnarar siga.

Tí er tað skilabesta nokk at gera sum Hermann Oskarsson, formaður í búskaparráðnum, mælti til og lurta eftir óheftum serfrøðingum, áðrenn broytingarnar verða framdar. Men um lógin hjá Murphy fyri búskaparfrøðiliga ráðgeving heldur, verður tað ikki gjørt.

Eitt grovt dømi um misbrúk av serkunnleika er mátin stjórnirnar hjá George W. Bush og Tony Blair brúktu fregnartænastufrágreiðingar til at grundgeva fyri at fara í kríggj í Irak.

Metingarnar hjá fregnartænastunum vórðu valdar burturúr sum Bush og Blair lysti, og veruleikin varð snaraður. Og listin við ítøkiligum lygnum hjá Bush í røðum fyri kongressini, í sjónvarpsrøðum og á tíðindafundum er langur. Colin Powell, uttanríkisráðharri, var í ST við følskum prógvum fyri vandanum frá hópoyðingarvápnum í Irak.

Við teimum ræðuligu avleiðingunum, sum eru av kríggi, er avgerðin um kríggj á skeivum ella følskum grundarlag kanska skeivasta avgerð hjá nøkrum amerikanskum forseta í hvussu er í fimmti ár. Irakar verða helst fegnir í longdini, hóast eisini teir hava mist. Kanska var avgerðin um kríggið røtt, men grundarlagið má vera í lagi, og fólk má fáa sannleikan at vita.

Politikkur sum ikki er umhugsaður og fyrireikaður og er grundaður á holla vitan kann gera størri skaða enn gagn. Tá talan er um búskaparpolitikk kunnu avleiðingarnar gerast ringast fyri júst tey, sum politikkurin skuldi hjálpa.

Politikkur sum í stóran mun er grundaður á serfrøðingatilmæli er kanska minni spennandi, men hann heldur kanska betur í longdini.

Tað er kanska besta argument fyri at gera breiðar semjur, eisini tá man hevur smalan meiriluta.

fredag den 3. oktober 2003

Hvat fer Irak at enda við?

(Grein í Sosialinum 3. oktober 2003 undir teiginum »Teldubrævið«)

Tann næsti tankin, sum kom til mín 11. september 2001 eftir at Kim segði mær um álopið á World Trade Center og Pentagon var optimistiskur. (Tann fyrsti var, at nógv fólk vóru deyð.) Hetta var áðrenn eg hevði sæð myndirnar í sjónvarpinum. Áðrenn eg hevði hoyrt nakrar reaksjónir uppá álopini. Eg hugsaði, at nú fóru amerikanararnir kanska at loysa trupulleikan Miðeystur einaferð med alla.

Tað er nú beint yvir eitt ár síðani, at Bush forseti fekk heimild frá Kongressini at brúka hermegi at avvápna Saddam Hussein. Hópoyðingarvápn vórðu brúkt sum umbering, hóast øll prógv bendu á, at eingi slík vápn vóru í Irak. (Hetta skrivaði eg um fyri einum ári síðani.) Eg skilji ikki at fólk, sum ikki kravdu at síggja prógv fyri hópoyðingarvápnum undan krígnum, nú eru ill tí tey vórðu villleidd.

Sjálvandi var tað ein onnur ætlan við at fella Saddam Hussein: Irak var rætta staðið at byrja, skuldi man tvinga fólkaræði til Miðeysturs. Man visti tá heldur ikki rættiliga, hvat annað man skuldi gera í bardaganum ímóti yvirgangi, so at leypa á Irak var hóskandi uppgáva.

Mong ávaraðu um, at vit vita so lítið um Miðeystur og søgdu, at tað var vónleyst at fáa fólkaræði í einum landi í Miðeystri, tí tað er ikki møguligt í teirra mentan. Hesum loyvi eg mær at ivast í, í hvussu er tann partin, ið er at atkvøða, duga fólk í Miðeystri:

Sangkappingin »Idols«, sum føroyska Ása var við í Danmark til hon varð blakað úr, hevur eisini verið í Miðeystri, har kappingin varð nevnd »Superstar« og fevndi um fleiri lond. Í finaluni, sum var um miðjan august, vóru tvey ung talent úr Jordan og Sýria, og gentan úr Jordan vann við 52% av atkvøðunum hjá hyggjarunum ímóti 48% til tann frá Sýria. Hálv fimta miljón fólk úr øllum Miðeystri atkvøddu gjøgnum Internet. (AP-Beirut og New York Times) Tað áhugaverda og nýggja er ikki, at tey hava sangkappingar, men at fólkið slapp at velja vinnaran, og tí var sigurin eisini so tepur!

Gallup International spurdi um mánaðarskifti apríl-mai 25000 fólk í meira enn 30 londum um teirra støðu til kríggið í Irak. Hetta var tá undirtøkan fyri krígnum var størst í USA, tað var jú 1. mai Bush fráboðaði at kríggið var av. Tað var rættiliga áhugavert, at mest positivu metingar um avleiðingarnar av krígnum komu úr Kosovo, har undirtøkan fyri krígnum var størri enn í USA. (Gallup International /Berlingske Tidende, mai 2003)

Í Kosovo hava tey fyri ikki langari tíð síðani kent ágóðan av altjóða uppílegging og amerikanskari hermegi. Teirra hugsan í dag boðar kanska frá góðum um vánirnar fyri at vinna í Irak sum frálíður. Størsti vandin fyri heimsfriðin og –stabilitetin er ikki hópoyðingarvápn, men ungir arabarar, sum eru illir um støðuna, sum er úrslit av religiøsara kúgan, geva Vesturheiminum skyldina, og gerast amboð hjá ekstremistunum. Tí má stríðið í Irak vinnast.

Hetta vita ekstremistisku átrúnaðarligu leiðararnir, sum kunnu missa valdið. Bardagin millum fólkaræði og religiøsa kúgan stendur tí nú í Irak. Og harða og varandi mótstøðan í Irak er ikki tekin um at amerikanarar eru við at tapa, men tekin um at muslimskir átrúnaðarligir leiðarar óttast at missa sítt vald.

Muslimsku londini hava júst samtykt ikki at stuðla amerikansku hersetingini, og í staðin at heita á amerikanarar um at fara úr Irak. Hesar stjórnir fara harvið í part við átrúnaðarligari kúgan, men teirra grundarlag er partvís sama kúgan. Hesar stjórnir hava eisini stuðlað Saddam Hussein og hava tí svikið irakiska fólkið.

Yndissamanberingin hjá mongum, sum stuðla krígnum í Irak eru Týskland og Japan í 1945. Tá eydnaðist væl at endurbyggja londini sum fólkaræðislig samfeløg. Men ein munur er á støðuni í Irak nú og støðuni í Týsklandi og Japan í 1945: Mótstøðan móti amerikanarum í Irak fær aktivan stuðul úr fleiri londum.

Verður einki gjørt við hetta, minnir Irak meira um Afghanistan hjá russum í 80-unum og Vietnam hjá amerikanarum í 60- og 70-unum.

lørdag den 24. maj 2003

Eitt sindur um vinnukarmar og kondittarívinnu

(Grein í Sosialinum 24. mai 2003 undir teiginum »Teldubrævið«)

Eftir at Kondittaríið er latið aftur, er stig tikið til innsavning av undirskriftum frá fólki, sum heita á myndugleikarnar um at syrgja fyri, at Kondittaríið letur upp aftur og verður sum Kondittaríið altíð hevur verið. Ein heimasíða er gjørd á Internetinum við sama endamáli.

Eg fekk eisini ein teldupost og varð biðin um at taka undir við áheitanini, so bekymringin um Kondittaríið er farin um landamørk. Mær dámdi væl Kondittaríið og haldi tað hevði verið spell um Kondittaríið ikki lat upp aftur. Men eg haldi ikki, tað er rætt, at myndugleikar blanda seg beinleiðis í eina privata vinnu, og tí havi eg ikki sett mítt navn á listan. Men eg havi í staðin hugsað um aðrar møguleikar, myndugleikarnir hava, har teir ikki blanda seg beinleiðis, men kortini hjálpa, og soleiðis at úrslitið vónandi verður tað sama.

Hvørki land ella kommunur eiga at stuðla vinnulívinum beinleiðis, og eiga heldur ikki blanda seg í stýringina. Óansæð um talan er um flakavirki, húsasmíð ella matstovuvinnu, vil almenn uppílegging gera raksturin stirvnan og steðga framfýsni og tillaging.

Almenn uppílegging í leiðsluna vil forða skilagóðum broytingum, tí við politiskt stýrdari ávirkan koma onnur atlit enn rakstrarúrslit uppí. Almennur stuðul vil virka sum ein koddi, og vil gera annars skilagóðar broytingar óneyðugar, og harvið verða tær kanska ikki framdar. Samstundis vil slíkur stuðul taka pening frá øðrum og skilabetri almennum tænastum.

Vit minnast hvussu kommunustýrini hvør í sínum lagi stuðlaðu flakavirkjunum í sínum kommunum í 80-unum. Hetta ynskir helst eingin aftur. Loysunarorðið er nú, at land og kommunur skulu skapa karmar. Hesir karmar skulu vera eins góðir fyri alla vinnu, eisini kondittarívinnu, tí annars eru teir pr. definisjón kappingaravlagandi.

Hvørjar møguleikar hevur kommunan?

Kommunan eigur t.d. at syrgja fyri at Kondittaríið eins og øll onnur fær reint vatn og at parkeringsmøguleikarnir eru góðir í nánd. Eru parkeringsplássini við Kondittaríið eisini til vitjandi í t.d. Ebeneser er hetta ikki kappingaravlagandi. Kanska var eisini eitt hugskot við kommunalari barnaansing, sjálvandi við lutvísari foreldrabetaling sum vant, meðan foreldrini fáa sær ein drekkamunn á Kondittarínum.

Her kann skoytast uppí, at er barnaansingin soleiðis, at børnini trívast serliga væl, kann hugsast, at børnini fara at draga foreldrini við sær á Kondittaríið, líka nógv sum øvugt.

Hvat kann so Landsstýrið gera?

Vit koma nú inn á almenna vinnupolitikkin, sum er væl útgreinaður á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum, men eisini inn á ymis eftirlit, har av tað mesta eisini er umsitið av stovnum undir Vinnumálaráðnum. Her eru eisini ávísir møguleikar.

Vinnumálaráðið hevur ábyrgdina av matvørueftirlitinum, sum verður útint av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og eigur hetta at verða framt so lagaligt sum til ber. Ikki við at seta veikari krøv til reinføri, men við at taka Kondittaríið við uppá ráð, hvussu eftirlitið verður framt.

Og her kann skoytast uppí, at góð úrslit av t.d. reinføriskanningum kann Kondittaríið brúka sum reklamu.

Verður ferðavinnan ment, eiga vit at rokna við øktum kundagrundarlag hjá tí mesta av heimamarknaðarvinnuni í Føroyum, eisini hjá Kondittarínum.

Men eru kappingaravlagandi karmar, sum forða kondittarívinnu í Føroyum?

Fyritøkur í kondittarívinnuni eru sum allar aðrar fyritøkur í kapping við ikki bara líknandi fyritøkur, men eisini aðra vinnu. Vit hava eina ávísa keypiorku í landinum, og ein króna kann sum kunnugt bara brúkast eina ferð.

Høga føroyska skattatrýstið rakar tænastuvinnur við stórum lønarútreiðslum serliga hart. Metast má, at lønarútreiðslurnar hjá kondittaríum og líknandi fyritøkum altíð fara at vera relativt stórar, og at hetta ikki kann broytast.

Undir kreppuni kom møguleiki at draga frá í skatti part av útreiðslum til viðlíkahald av egnum húsum. Hetta var eitt skilagott tiltak, sum støðan var tá. Men framhaldandi verður m.a. handverksvinnan stuðlað av tí at skattalóggávan ásetir fyrimunir fram um aðrar vinnur. Tá rokning kemur fyri útskifting av vindeygum, skal ikki gjaldast MVG av lønini til handverkararnar. Hetta er kappingaravlagandi.

Myndugleikarnir kunnu betra møguleikarnar hjá kondittarívinnuni við at javnstilla nýggjar loftlistar og nýggj vindeygu við drekkamunn og fransbreyðflísar við osti.

mandag den 3. februar 2003

Stríð um skattalætta

(Grein í Sosialinum 3. februar 2003 undir teiginum »Teldubrævið«)

Ikki bara føroyingar gleða seg til skattalætta.

Danska pressan hevur í seinastuni viðgjørd spurningin um skattalætta nógv, og høvuðsyvirskriftin er nú, at stríð er millum donsku stjórnarflokkarnar Venstre og Konservative um skattalætta: Hvussu stórur skal hann vera, nær skal hann fremjast, hvør skal hava ágóðan, hvussu skal hann fíggjast. (Helst eisini, hvør skal hava heiðurin fyri hann!) Men semja er millum eygleiðarar um, at skattalættin er á veg.

Gallup hevur gjørt kanning, hvat danir halda. Gallup koyrir danir í tríggjar næstan javnt stórar bólkar: Ein, sum vil hava tað almenna at veita meira vælferð, eisini hóast tað merkir hægri skattir. Ein, sum vil lækka skattin, eisini hóast tað merkir minni vælferð. Og ein, sum vil hava skattin at lækka, og eisini vil hava meira vælferð. Hetta ger støðuna trupla hjá politikarum, sum lurta eftir veljarunum: Meiriluti er fyri at lækka skattin, og meiriluti er fyri fleiri almennum útreiðslum.

Fleiri orsøkir kunnu vera fyri at geva skattalætta: At broyta umfordeilingina, at økja virksemi, at økja arbeiðsútboðið, ella bara hugsjónarligar orsøkir.

Umfordeilingin frá ríkum til fátæk kann økjast við at geva skattalætta til láginntøkur. Skattalætti til háinntøkur virkar sjálvandi øvugt og minkar umfordeilingina.

Vil man hava samfelagshjólini at mala skjótari, kann skattalætti virka við at geva fólki meira pening at brúka. Hetta virkar serliga tá tíðirnar er ringar. Og tá vil skattalætti til láginntøkur virka best, tí hjá láginntøkum fer størri partur av einum skattalætta til størri nýtslu.

Er endamálið við einum skattalætta at økja arbeiðsútboðið er ikki líka einfalt. Tað er m.a. marginalskatturin, t.e. skatturin av seinast vunnu krónuni, sum ávirkar, hvussu nógv fólk arbeiða. Men venda vit aftur til meiningarkanningar, so hevur ein nýggj kanning, sum verður kunngjørd í dag víst, at tá veljast skal millum meira í løn, meira frítíð ella meira til pensjónsuppsparing, vil helvtin av dønum hava meira frítíð, og minni enn triði hvør vil hava meira í løn. Tað gevur ábending um, at ikki øll fara at arbeiða meira, um skatturin lækkar, men nøkur kanska tvørturímóti fara arbeiða minni, tí meira er eftir av bruttolønini, og harvið skulu færri tímar til at forvinna tað sama. Og so er ikki vist, at avleiðingin verður tað, sum ætlanin var.

Ideologisk argument fyri skattalætta ganga ofta út uppá, at pengarnir hoyra heima í lummanum hjá fólki, sum hava forvunnið teir, og meira polemiskt, at fólk vita best sjálvi, hvussu pengarnir skulu brúkast.

Skulu vit venda aftur til stríðið millum Venstre og Konservative um skattalættan, eiga vit kanska at byrja við samgonguskjalinum. Venstre lovaði undan seinasta vali skattestop, sum merkir, at eingin skattaáseting skuldi hækka í prosentum ella krónum. Konservative lovaðu skattalætta. Endin var at samgonguskjalið ásetti skattestop beinanvegin, og skattalætta seinni, um ráð vóru. Og harvið byrjaði stríðið, kann man siga.

Konservative hava teir fimtan mánaðirnar henda stjórnin hevur sitið, fýra ferðir megnað at fáa skattalættar á dagsskrá í miðlunum við ymiskum rættiliga ítøkiligum uppskotum um, hvussu ein skattalætti kann fremjast og fíggjast.

Fyrst vildu teir minka barnastyrkin í stigum og samstundis lækka skattin, soleiðis at tað ikki rakti barnafamiljurnar ov hart. Venstre hevði lovað at vælferðarsamfelagið skuldi verjast, vildi halda hetta vallyfti, og segði nei til uppskotið hjá Konservative.

Síðani var ætlanin hjá Konservative at rokna sokallaðar dynamiskar effektir inn og fíggja ein skattalætta við at fólk væntandi fingu hug at arbeiða meira og fóru at brúka meira pening orsaka av skattalættanum. Hesum sjónarmiði talaði Fogh Rasmussen sjálvur fyri fyri tólv árum síðani, tá hann var skattaministari. Men nú segði Fogh, at pengarnir skuldu vera í kassanum, áðrenn teir skuldu latast sum skattalætti, so hann trýr ikki longur uppá Breckmannomics.

Seinni vildu Konservative fremja generellar og málrættaðar sparingar í almenna sektorinum. Generellar sparingar ganga út uppá, at útreiðslurnar til fyrisiting vaksa minni enn lønar- og prísvøksturin, men hesar verða longu framdar og brúktar fyri javnt og samt at økja produktivitetin í almenna sektorinum.. Og Venstre svaraði um málrættaðar, at teir vildu hava ávíst sparingarnar fyrst.

Og kanska var tað tað, sum í síðstu viku fekk Konservative at vilja minka vøksturin í sosialum veitingum og samstundis geva skattalætta. Teir vístu á, at upphæddirnar, sum fólk fáa í sosialum veitingum hava vaksið skjótari enn lønin hjá teimum sum forvinna minst. Argumentið fyri skattalættanum var so, at tað ikki so væl munar at arbeiða í staðin fyri at vera arbeiðsleysur.

Orsøkin til hesa gongd er, at sosialu veitingarnar verða dagførdar ájavnt við vøksturin í miðal lønum. At sosialar veitingar vaksa skjótari enn lønin hjá teimum lægstløntu má tí merkja, at ójavnin í lønum er vaksin. Tað hevur forrestin eingin víst á enn!

Hetta vísir eitt áhugavert fyribrigdi, sum kann kallast eitt incitaments-paradoks. Ofta verður sagt at størri spjaðing í lønunum økir hugin at stremba eftir at forvinna meira, t.d. at fáa sær útbúgving. Men sum er merkir hetta eisini, at hjá arbeiðsleysum munar minni at søkja arbeiði.

lørdag den 19. oktober 2002

Eitt land á veg í kríggj

(Grein í Sosialinum 19. oktober 2002 undir teiginum »Teldubrævið«)

Mitt í miðlarokanum um snigskjúttan, sum hevur skotið tíggju tilvildarlig fólk, og mitt í valstríðnum undan miðleiðsvalinum, hevur ameriski forsetin George W. Bush fingið samtykt í bæði umboðsmannatinginum og senatinum stuðul til at brúka hervald ímóti irakiska einaræðisharranum, Saddam Hussein.

Í báðum kømrum í Kongressini var býtið umleið 75% fyri og 25% ímóti. Í flokkinum hjá forsetanum, republikanarunum, atkvøddu næstan allir fyri, men í hinum stóra flokkinum, hjá demokratunum, var býtið umleið helvtin fyri og helvtin ímóti. Fleiri miðlar siga tó frá ónevndum umboðsmonnum og senatorum úr demokratiska flokkinum, sum heldur vildu atkvøða ímóti, men av tí at val er fyri framman ikki tora tala ímóti kríggi ímóti Saddam Hussein, tí teir stúra fyri at hetta kann brúkast í valstríðnum, og at teir kunnu ákærast fyri ikki at standa saman við teimum, sum vilja verja Amerika ímóti fleiri yvirgangsatsóknum.

Tað eru ikki øll sum halda, at Saddam Hussein er nakar størri vandi. Tað er lítið at ivast í, at uttan Hussein var heimurin at betri stað; hann hevur brúkt evnafrøðilig vápn ímóti sínum egna fólki, og sagt er frá píning av andstøðingum í Irak. Men hetta er ikki nøktandi grundgeving fyri at fara í kríggj, og hevur heldur ikki verið brúkt. Sagt hevur verið, at Irak hevur ment ella er við at menna hópoyðingarvápn, men enn eru eingi prógv fyri hesum almannakunngjørd.

Fleiri viðurskifti benda á, at ein partur av orsøkini til, at forsetin so fegin vil hava avgerðina tikna nú um eina uppgerð við Saddam Hussein er, at hann vil forða øðrum evnum at verða viðgjørd í valstríðnum enn stríðið ímóti yvirgangi.

Bestu beinleiðis ábendingina fingu vit tá næsti politiski rágevin hjá forsetanum av óvart kom at avdúka, at hann í vár hevði sagt í framløgu fyri republikanskum valevnum til miðleiðsvalið, at teir skuldu royna tað teir kundu at fáa valstríðið at snúgva seg um stríðið ímóti yvirgangi, tí tað kundi gagna flokkinum.

Búskaparfrøðingar og amerikanarar sum heild eru samdir um, at búskaparstøðan er versnað síðani verandi forseti tók við. Arbeiðsloysi er vaksið, og stór fall á virðisbrævamarknaðunum hótta pensiónssparingarnar hjá fólki. Veljarakanningar hava víst, at amerikanarar stúra fyri búskaparútlitunum, og at fólk eru ótolin við forsetanum, sum tey vilja hava at gera nakað. Kanningarnar hava eisini víst, at amerikanarar hava stórt álit á forsetanum, tá tað snýr seg um verjuna av landinum og stríðnum ímóti yvirgangi, meðan fólk í størri mun halda at andstøðuflokkurin, demokratarnir, megna at bøta um viðurskifti hjá teimum arbeiðsleysu og pensionistunum og um búskaparstøðuna sum heild.

Samstundis er hent, at síðani talebanarnir ikki gera nógv um seg í Afghanistan meira, byrjaðu fólk at fáa størri áhuga fyri øðrum viðurskiftum aftur enn stríðnum ímóti yvirgangi. Í vár avvístu ráðgevar í Hvítu Húsunum, at ætlanir vóru um at leypa á onnur lond enn Afghanistan. Men í summar, tá áhugin fyri stríðnum ímóti yvirgangi var minkandi, byrjaðu ráðgevar hjá forsetanum spakuliga at tosa um álop á Irak, og nú eru vit komin so langt at samtykt er at fara í kríggj »um neyðugt«, sum tað eitur.

Framvegis verður bíðað eftir, at trygdarráðið hjá ST skal geva grønt ljós til at brúka vald ímóti Irak. Men forsetin hevur allatíðina sagt, at hann ikki letur ST avgera, hvussu Amerika verjur seg ímóti yvirgangi. Endin verður helst, at ST fer at taka undir við amerisku álopsætlanunum. Av tí at lítið er at ivast í, at amerikanarar fara at vinna á Irak, og at tað helst eisini verður rættiliga lættvunnið, fara helst mong lond at stuðlað amerikanarum beinleiðis og óbeinleiðis. Øll vilja vera við vinnandi partinum.

Harvið er mest sannlíkt at vit fáa eitt kríggj ímóti Irak, at hetta kríggj fær stóran stuðul, at kríggið verður lættvunnið, og at Saddam Hussein verður rikin frá valdinum í Irak.

Tað løgna er, at einans tosið um kríggj skal brúkast politiskt, tí kríggið sjálvt kemur ikki fyrr enn eftir valið. Saddam Hussein er neyvan stórur vandi fyri heimsfriðin, og hann hevur neyvan hópoyðingarvápn sum kunnu brúkast ímóti øðrum londum langt burturi.

Og aftaná kemur helst at síggja út sum at rætt var at fara í kríggj, tí stuðulin var stórur og sigurin lættvunnnin. Hetta hóast argumentini fyri at fara í kríggj vóru hóttan ímóti heimsfriðinum og hópoyðingarvápn. Og vit koma ongantíð at síggja hvat úrslit alternativini høvdu havt, um tað er at royna at senda vápnaeftirlitsmenn enn einaferð, ella bara at avtaka stongsilin av Irak og kanska stuðla andstøðuni í Irak.

lørdag den 8. juni 2002

HM-fepur

(Grein í Sosialinum 8. juni 2002 undir teiginum »Teldubrævið«)

So er HM í fótbólti rættiliga komið í gongd.

Vit hava upplivað tað so ofta fyrr. Og sum vit eru von við, aðru hvørja ferð eru HM-dystirnir keðiligar tíðir, soleiðis at ikki er lætt at hyggja. Tá HM verður hildið í Amerika, sum t.d. í 1994 í USA, eru dystirnir um náttina, tí klokkan hjá okkum er 7-9 tímar frammanfyri klokkuna har yviri. Hesa ferð er HM í Japan og Suður-Korea, og nú er klokkan hjá okkum 7 tímar aftanfyri klokkuna, har HM er. Sostatt noyðist man í staðin tíðliga upp summar dagar fyri at hyggja eftir fótbólti.

Leygarmorgunin sótu vit fimm mans og drukku morgunkaffi, meðan Danmark spældi sín fyrsta dyst, sum var ímóti Uruguay, og sum teir vunnu. Dysturin var so spennandi, at tá Danmark fekk málið til 2-1 var neyðugt at rópa hart, hóast man afturfyri varð skírdur sambandsmaður. Tað kann man saktans liva við ein dag, tá danska landsliðið hevur vunnið.

Eg eri ikki tað man rópar fótbóltsfanatikari. Eg tími ikki at hyggja eftir nógvum dystum, men eg vil kortini fegin vita hvør vinnur, og eg fylgi við fótbóltinum, sum var tað tíðindi. Eg vil vita úrslitini, og eru tey óvæntað, biði eg onkran, sum hevur sæð dystin, um viðmerkingar og analysu.

Danir eru sum vera man rættiliga spentir, og tykjast vónirnar eisini at vera rættiliga góðar. Vinna teir á Senegal í ovurmorgin (hósdagin 6. juni), eru teir so gott sum víðari til áttandapartsfinaluna. Hinvegin er ikki betur enn so statt, at vinna teir ikki á Senegal, men tapa ella spæla javnt, skulu teir rokna við at noyðast at vinna ávikavist spæla javnt ímóti heims- og europameistarunum úr Fraklandi í seinasta dystinum í bólkinum.

Næstan allir dystirnir í HM-kappingini, og í øllum førum allir dystirnir, sum Danmark kemur at spæla, verða at síggja annaðhvørt hjá Danmarks Radio ella hjá kappingarneytanum TV2. Øll í Danmark síggja hesar støðir. Stór ballada varð í fjør, tá onkrir dystir úr kvalifikatiónskappingini hjá Danmark einans vórðu vístir á TvDanmark, sum ikki øll síggja. M.a. varð ministarin kallaður í samráð í Fólkatinginum.

Millum fyrstu tíðindainnsløg plagar at vera, hvussu gongur við skaðunum hjá leikarum, sum fingu snuddir í seinasta dysti. Martin Jørgensen hevur havt steðg undan HM-kappingini vegna skaða, so hann spælir ikki heilan dyst enn. Framgongdin hjá honum er tíðindi. Í dystinum ímóti Uruguay fekk Stig Tøfting ilt í annan fótin, men tað gongur framá við tí, eisini tað er tíðindi. Peter Madsen var áhaldsin undir venjing og fekk ilt í knæið, tað er so tíðindi. Hetta er næstan sum tá Jeltsin ráddi fyri borgum í Kreml, og útvarpið dagliga segði frá kríminum hjá honum, ella um hann skuldi hava fleiri bypass skurðviðgerðir.

Summi ganga nógv, ja næstan bara upp í hagtøl. Hvør hevur gjørt flest HM-mál, hvør hevur spælt flest HM-dystir, gjørt flest mál í einum og sama HM-dysti, gjørt skjótasta mál í HM-dysti. Og sjálvandi, hvør hevur vunnið flest HM-heiti.

Longu seinasta dag í hesum mánaðinum er tað liðugt, og vit vita hvør verður heimsmeistari. So ganga fýra ár til HM-kapping verður aftur, tá verður tað í Týsklandi. Tíbetur er EM longu um tvey ár, so tað ikki verður alt ov leingi at bíða. Eitt gott at gleða seg til er, at um okkara leiðir verða dystirnir bæði í 2004 og 2006 vístir um kvøldið, tá fólk flest hava frí.

lørdag den 23. marts 2002

Cirkus Farum

(Grein í Sosialinum 23. mars 2002 undir teiginum »Teldubrævið«)

Tað var ætlanin, at hetta skuldi snúgva seg um stríðið sum hevur verið um nýggja Institut for Miljøvurdering og kontroversiella stjóran Bjørn Lomborg, sum har er settur. Men eitt annað mál kom í vegin: Tað gjørdist ov stuttligt í Farum.

So vit skulu til nakað heilt annað.

Fyrst nøkur fakta: Peter Brixtofte úr Vinstra varð borgmeistari í Farum aftaná kommunuvalið í 1989 og hevur sitið síðani. Á valinum 20. november í fjør fekk Vinstra 52.5 % av atkvøðunum og 11 av 19 sessum í býráðnum. Peter Brixtofte byrjaði sítt fjórða skeið sum borgmeistari við 4020 persónligum atkvøðum. (Í Farum vóru íalt 12174 fólk á vali.)

Fyrst í februar fór gølan á rull! Sum øll helst vita byrjaði tað við avdúkingum í B.T. um, at Peter Brixtofte drakk ómetaliga dýrt vín í arbeiðstíðini og lat kommunukassan rinda.

Samstundis kom fram, at samanblanding hevði verið av pengum hjá kommununi og fótbólsfelagnum Farum, sum er partafelag við m.a. Peter Brixtofte sum partaeigara. Tó var tað serliga tað dýra og nógva vínið, sum fjølmiðlarnir góvu gætur, tí tað er jú nógv stuttligari, at maðurin koyrir (býin) fullur.

Síðani kom eisini fram, at ikki stóð so væl til fíggjarliga hjá kommununi, sum Brixtofte hevði vilja verið við. Bókaðar vóru væntaðar inntøkur, og eitt stórt lán, kommunan hevði tikið, hevði býráðið ongantíð hoyrt um.

Beinanvegin eftir fyrstu avdúkingarnar í B.T. fór Brixtofte sjálvboðin í sjúkrafarloyvi, og hann skuldi vera burtur í tríggjar mánaðir. Stríðið um hvør skuldi vera borgmeistari byrjaði, og er í skrivandi stund ikki heilt avgjørt.

Varaborgmeistarin Per Edrén (120 persónligar atkvøður) var úr øðrum flokki (Konservative Folkeparti), og Brixtofte og Vinstra vildu ikki hava hann sum avloysara. Í staðin slapp ein triði, Henrik Jerger (85 atkvøður) úr Vinstra, at royna seg.

Jerger legði upp til samstarv við andstøðuna í býráðnum, og lovaði at kanna alt sum farið var fram. Hetta hóvaði nokk ikki Brixtofte, tí teir tríggir mánaðirnir gjørdust stuttir, Brixtofte broytti meining niðri á Lanzarote, har hann krógvaði seg, og kom heim aftur eftir einans eina viku. Harvið varð Brixtofte aftur borgmeistari.

Ikki vóru øll so fegin um hetta, heldur ikki partamenn Brixtofte. Skjótt fekk andstøðan tveir Vinstramenn í sín part og hevði meiriluta, og afturfyri gjørdist annar teirra, Erik Fuchs (86 atkvøður), nýggjur kandidatur at avloysa Brixtofte, so skjótt nýggi meirilutin hevði suspenderað Brixtofte.

Fuchs náddi at fara í miðlarnar at tosa um sínar ætlanir um, hvussu býráðsarbeiðið nú skuldi verða í Farum, og at vísa sjónvarpinum (og øllum Danmark) stólin, hann sat í, tá hann skrivaði undir avtaluna, sum skuldi gera hann til borgmeistara.

Um hetta reyp gjørdist ov nógv fyri onkran er ikki til at siga. Kanska hevur Brixtofte eina klemmu á læknan, sum hevur arbeitt fyri Farum Boldklub. Ella lat hesin seg bara lokka við borgmeistaraketuni. Í øllum førum gekk einans gott og væl eitt samdøgur, so var sætti borgmeistarin í stutta tíð klárur. Brixtofte fekk læknan Paul Wachtell (162 atkvøður) úr Borgaralistanum, sum var í andstøðumeirilutanum, at skifta síðu og fara í part við restini av Vinstra, sum annars var í minniluta. Soleiðis hevði Brixtofte aftur meiriluta í sínum parti. Partur av avtaluni við Wachtell var, at Wachtell skuldi vera borgmeistari, meðan kanningar fóru fram.

Málið var tó ikki liðugt við tí. Sama kvøld svaraðu tey aftur úr minnilutanum, sum framvegis vildi verða meiriluti. Teimum vantaði einans ein úr Vinstra, so tey skutu upp at Lars Carpens (70 atkvøður) úr Vinstra skuldi verða borgmeistari. Tey royndu at freista vinstramenn og lumpa Wachtell.

Tað var soleiðis hesar dagar, at man vaknaði og hugdi á tekstvarpið fyri at vita, hvør í løtuni stóð at skula avloysa Brixtofte. Eftir at hava hugsað seg um boðaði Carpens tó frá, at hann helt fast við avtaluna, sum Vinstra hevði við Wachtell, og at hann ynskti ikki at gerast borgmeistari. Kanska tí hann hugsaði um, hvørjum teir, sum vóru farnir ímóti Brixtofte, komu út fyri.

Samstundis sum ein røð av borgmeistarakandidatum hava bjóðað seg fram at loysa Brixtofte av er nevniliga komið fram, at hesir heldur ikki hava havt heilt reint mjøl í posanum. Fjølmiðlarnir hava havt rættiliga lætt við at fáa innlit og fáa fatur á upplýsingum um avloysarakandidatarnar hjá skiftandi meirilutum í Farum býráði. M.a. kom fram at Fuchs hevði fingið mista inntøku endurgoldna frá kommununi fyri at fara til jólafrokost. Um hetta segði Brixtofte, at einki skal krógvast í Farum.

So enn situr Brixtofte, eins og hann hevur gjørt meginpartin av tíðini. Í morgin mikudag skal býráðið gera av, um hann skal suspenderast, og hvør so skal loysa hann av.

Higartil hava sjey nøvn nevnd sum borgmeistarar ella komandi borgmeistarar. Nógv hava harumframt bjóðað seg fram, men ikki fingið meiriluta.

Hevur andstøðan givið skarvin yvir, ella kemur eitt áttanda navn? Finna tey kanska okkurt um Wachtell? Hann hevur arbeitt fyri Farum Boldklub. Hvussu fekk hann løn?

--------

Ískoyti aftaná: Longu áðrenn valið dagin eftir av Wachtell til borgmeistara, varð aftur nýggjur kandidatur avtalaður, Carpens úr Vinstra. »Cirkus Farum« helt fram. Og tað gjørdist ikki neyðugt at leka nakað belastandi um Wachtell.

lørdag den 24. november 2001

Aftaná valstríðið

(Grein í Sosialinum 24. november 2001 undir teiginum »Teldubrævið«)

Í gjárkvøldið endaði valstríðið. Í dag er val. Og gongst betur at telja enn í Florida í fjør vita vit í kvøld hvør vann. (Hetta er skrivað valdagin, men fyri ikki at gera ein býttan feil ikki sent Sosialinum fyrr enn eftir úrslitið er kent.)

Hóast allar kanningar til tað síðsta hava víst, at úrslitið fer at verða greiður borgarligar meiriluti, og at Anders Fogh Rasmussen úr Venstre verður forsætisráðharri, hava serfrøðingarnir verið sera varnir at kjósa vinnaran frammanundan. Tað lærdu teir ikki at gera við seinasta val, tá bæði veljarakanningarnar undan valinum og eisini útgongukanningin hjá aðrari sjónvarpsrásini vóru skeivar, og Socialdemokratiet við Poul Nyrup Rasmussen vann í evstu løtu. Tá fall avgerðin við eini broyting í Føroyum. Sjálvandi endurtekur tann søgan seg ikki, hóast føroysku miðlarnir, sum ikki høvdu betri søgur, spekulera um tað.

Talan hevur verið um eitt rættiliga løgið valstríð. Miðlarnir hava næstan bara skrivað og talað um hvør av forsætisráðharravalevnunum fer at vinna. »Rasmussen eller Rasmussen«, »Præsidentvalg»«, »Titelindehaveren og udfordreren«. Í hinum flokkunum hava politikarar gramt seg um, at trupult hevur verið at sleppa fram at mikrofonunum.

Talan hevur eisini verið um eitt skitið valstríð. Ikki tí valevni hava verið hunddálkað stórvegis, men flóttafólk og tilflytarar (sum ikki eru hvítir, væl at merkja). Útlendsk tíðindafólk, sum hava skrivað heim um valstríðið siga seg øtast, og um nakar hevur lisið tað teir hava skrivað, er myndin av Danmark neyvan so vøkur úti í heimi longur. Nú eru tað ikki longur bara føroyingar sum halda, at danir ikki eru so fittir, sum teir sjálvir halda.

Komandi forsætisráðharrin hevur sjálvur hjálp væl til at skapa øsing ímóti teimum fremmandu í Danmark. Sjálvur hevur hann generaliserað og tosað um fupp-flóttafólk og kriminellar synir hjá tilflytarum. Og síðani latið stuðulsflokkin Dansk Folkeparti við Piu Kjærsgård á odda gera restina av skitna arbeiðinum.

Og tað er vert at leggja til merkis, at síðani yvirgangsatsóknina 11. september hava einans tveir persónar, sum vit vita um, bjóðað av til heilagt kríggj: Osama bin Laden og Pia Kjærsgård. Pia Kjærsgård hevur av sjálvum talarastólinum í Fólkatinginum boðað frá, at Islam skal niðurberjast. Greitt brot á átrúnaðarfrælsi í donsku grundlógini, men tað tosa vit ikki hart um.

Tað sum ger valstríðið í Danmark áhugavert eisini í altjóða høpi er, at tað er fyrsta tjóðartingsval í øllum Vesturheiminum síðani yvirgangsatsóknirnar í USA og ta tortrúgv móti teimum fremmandu, sum síðani hevur verið. Danmark gjørdist fyrsta landið har politikarar skuldu til roynd í at standa fast við tollyndis-linjuna, sum teir hava hildið seg til higartil, hóast ávísan fólksligan mótvilja. Og teir flestu av teimum fremstu dumpaðu.

Tað einasta sum í endaspurtinum fekk hjartað hjá einum humanisti at banka var tá Marianne Jelved úr Radikale Venstre ákærdi Anders Fogh Rasmussen fyri vantandi politisk leiðsluevni, tí hann í valstríðnum gjørdi sær dælt av eggjan til fremmandahatur frá sínum stuðulsflokki.

Stóran altjóða áhuga hevur tað ikki, at ein sjálv útnevndur danskur islam-serfrøðingur hevur verið gestarøðari á landsfundi hjá einum føroyskum flokki upp undir fólkatingsvalið og hevur sagt ræðusøgur. Men tá eisini føroyskir politikarar soleiðis royna eggja til átrúnarligt stríð hevur tað týdning at eisini føroyingar í Danmark brúka rættin at velja.