Sider

Viser opslag med etiketten Forsetaval. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Forsetaval. Vis alle opslag

fredag den 9. november 2012

Is it the stupid economy?

Týskvøldið hevði eg eina framløgu um amerikanska valgið í Føroyahúsinum sum partur av upphitingini til valnáttina. Uppleggið frá fyriskiparunum hjá MFS ljóðaði:
  • ”Hvussu er politiska skipanin í USA sett saman og hvussu virkar hon?” v/ Stefan í Skorini, stjórnmálafrøðingi
  • "Hvørji eru høvuðsevnini eru til forsetavalið í ár? Hvat hevur eyðkent amerikanskan politikk seinastu fýra árini?” v/ Heina Kristiansen, bachelor í International Business and Politics
  • ”Hvønn týdning hevur búskaparkreppan fyri valið og hvussu hevur hon ávirkað valdystin?” v/ Flóvin Eidesgaard, búskaparfrøðingi

tirsdag den 23. oktober 2012

So tætt er valgið í USA

Meðan vit bíða eftir síðstu hólmgonguni havi eg roynt at gera status í valstríðnum. Áðrenn triðju og síðstu hólmgonguna millum Obama og Romney, síggi eg støðuna í valstríðnum soleiðis, sum hetta kortið (trýst á myndina fyri at gera kortið størri) skal vísa:

Kort sett saman á 270towin.com.

Eg havi ikki bara hugt eftir, hvønn veg statirnir hella í løtuni, ella um annar er greiður favorittur, men eisini hugt eftir, um staturin er ein "must win". Í Virginia sum er reyður (t.e. til Romney) á myndini, er javnt í veljarakanningum í løtuni, men um Romney tapir í Virginia er so gott sum avgjørt, at hann tapir samanlagt. Ikki bara hyggi eg eftir matematiskum kombinatiónum at fáa meirilutan av valmonnum. Í Wisconsin t.d. er fyrimunurin hjá Obama rættiliga lítil (varaforsetavalevni hjá Romney, Paul Ryan, er frá Wisconsin), men um Obama tapir í Wisconsin, er sannlíkt at hann tapir valgið samanlagt, tí aðrir statir fara sama veg. (Eg sigi ikki -- tvær vikur áðrenn valgið -- at allir reyðu og bláu statirnir enda soleiðis sum eg havi markerað, men tað eg sigi er: Um Romney ikki vinnur allar teir reyðu statirnar eg havi merkt á kortinum, tapir hann samanlagt, og um Obama ikki vinnur allar teir bláu statirnar, tapir hann samanlagt.)

søndag den 14. oktober 2012

Trupulleikin hjá Obama

Ezra Klein rakar helst seymin á høvdið á sínum WonkBlog á heimasíðuni hjá Washington Post:
At this point, Romney and Obama are running almost perfectly opposite campaigns. Romney can tell you exactly what he wants to do, but barely a word about how he’ll do it. Obama can’t describe what he wants to achieve, but he can tell you everything about how he’ll get it done. It’s a campaign without real policies against a campaign lacking a clear vision.

torsdag den 4. oktober 2012

Hólmgongur ávirka sjáldan valúrslitið

... og tað skal Obama helst vera glaður fyri. Tí hann tapti rættiliga greitt fyrstu hólmgonguna ímóti Romney, sum varð send í sjónvarpinum í gjárkvøldið (í nátt okkara tíð). Talan var ikki um eitt knockout, men Romney var nógv greiðari í sínum svarum og virkaði betur upplagdur og klárur, meðan Obama virkaði sum hevði hann ikki hug at vera har. Kropsmálið, sum sjónvarpið avdúkar, var ikki til fyrimuns fyri Obama.

Men tað vanliga er faktisk, at avbjóðarin vinnur fyrstu hólmgonguna, og sitandi forseti (ella varaforseti sum bjóðar seg fram sum forsetavalevni) tapir. Her er ein listi við teimum hólmgongum sum hava verið sjónvarpaðar síðani ta fyrstu í 1960, har avbjóðarin hvørja ferð vann fyrsta umfar ímóti einum sitandi forseta/varaforseta. Eg havi roynt at finna okkurt brot við góðum dømum:

tirsdag den 3. maj 2011

Obama, Osama og valgið 2012

Sum reaktión uppá at heilt mong fyri ikki at siga at tey flest nú halda at Obama hevur tryggjað sítt avturval við at USA hevur gjørt av við Osama bin Laden, havi eg sett hesa áminning fram á facebook:
Fyri 20 árum síðani var Bush forseti eldri ógvuliga populerur (85% approval rating), tí USA akkurát hevði rikið Irak út úr Kuwait. Fleiri demokratar við president-ambitiónum valdu forsetavalið í 1992 frá, tí eingin kundi vinna á Bush. Men "It's the economy, stupid". Hóast Obama hevur gjørt av við Osama, er als ikki vist at hann verður afturvaldur.
Golf-kríggið endaði 20 mánaðir áðrenn Bush ikki megnaði afturval, og nú eru 18 mánaðir til Obama skal royna.

Bjarni Richardt-Mortensen er samdur:
nei, Osama er langt síðani gloymdur tá forsetaval verður aftur. Um so er at fíggjarstøðan stendur við og versnar, so hevur Obama neyvan nakran møguleika.