Sider

søndag den 12. oktober 2014

Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum er ogn Føroya fólks

Og tað má og skal ikki broytast!

Sambært Llóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap sum seinast broytt við Llóg nr. 89 frá 18. august 2014, grein 2 er
Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks.

Í skrivligum svari uppá §52-fyrispurning frá Høgna Hoydal um keyp og sølu av fiskiførum við veiðiloyvi sigur Jacob Vestergaard annars (til nr. 10)
Eg haldi, at grundreglan í allari skipanini er - og eigur at vera - at fiskiríkidømið er ogn landsins. Løgtingið og landsstýrið umsita fiskatilfeingið vegna Føroya fólk, og kunnu skipa fiskiskapin við lógum og kunngerðum, sum seta karmar og treytir fyri fiskiskapinum.

Livandi tilfeingið -- fiskurin -- sum sambært løgtingslóg er ogn Føroya fólks, er sambært grundregluni hjá Jacob Vestergaard ogn landsins.

Orðini hjá Jacob Vestergaard, ið eru í mótstríð við lógina, eru ikki vald av tilvild, og har er ein avgerandi, veldigur munur!

Landsins ogn kann privatiserast. Sum Atlantic Airways og BankNordik. Tá man angraði privatiseringina av Atlantic Airways, var man noyddur at rinda privatu eigarunum fyri at nationalisera felagið aftur.

Men fiskatilfeingið er fólksins ogn. Fólksins ogn kann ikki privatiserast, bara leigast út í avmarkaða tíð. Og tí skal tað almenna ongantíð rinda nøkrum privatum eigarum fyri at fáa ræði á fiskatilfeinginum.

Og hetta vil Jacob Vestergaard broyta, tí hann vil sleppa at privatisera fólksins ogn. Tað kemur eisini fram í uppriti hann hevur gjørt til fiskivinnureform, og sum útvarpið umrøddi 3. nov 2013
Vestergaard mælti eisini til at strika hugtakið í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum í dag er ”Fólksins Ogn”, og ístaðin brúka orðingina ”Landsins Ogn”.

Arbeiðið við hesum reformi hevur tó drigið út og er steðgað, tí Fólkaflokkurin vil ikki hava eina marknaðargrundaða skipan, sum útvarpið eisini skrivar í yvirskriftini. Annars sigur løgmaður tá fyri skjótt einum ári síðani (sama grein)
tað fer eisini at eydnast at sannføra Fólkaflokkin um uppboðssølu av fiskirættindum

Útvarpið skrivar eisini, at
Johan Dahl, sum saman við Alfred Olsen, eru sambandsumboðini í samráðingarbólkinum, sigur við Útvarpið, at uppboðssølan hartil er "týðandi partur" at fáa við í nýskipanina

Ein marknaðargrundað skipan er tað, sum ein meiriluti í politisku skipanini vil hava og sum ein meiriluti av Føroya fólki -- ið (enn) er eigarin av fiskatilfeinginum -- eisini ynskir, ið kanningar hjá Framsókn vísa:

Úrslit av kanningum hjá Framsókn, funnið á facebook
eins væl og kanning hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi (s. 10-11).

Fólkaflokkurin stendur rættiliga einsamallur í politisku skipanini og er ímóti marknaðargrundaðari fiskivinnu. Og orsøkin til at teir vilja privatiserað fólksins ogn er nettup, at teir vilja forða kapping um fiskirættindini til gagns fyri Føroya fólk. Men nú hevur Løgmaður skund og sigur við in.fo, at
Fiskivinnunýskipanin er stóra royndin hjá samgonguni

Løgmaður hevur sagt nakað líknandi fyrr, men við hesum setir hann enn meira av síni egnu prestisju upp á spæl og gevur harvið Fólkaflokkinum ein trumf. Samgonguskeiðið endar í seinasta lagi hesum mánaðinum næsta ár.

Løgmaður nevndi einki um uppboðssølu í seinastu útmeldingini. Eg stúri! Og tað burdi tú eisini.
Send en kommentar