Sider

tirsdag den 30. september 2014

Tað loysir seg at stevna!?

Eg veit ikki, um einasta orsøk er, at stevningin hjá Jørgen ger, at kringvarpsfólk ikki tora geva nakað mótspæl, men dekningurin av fíggjarlógarframløguni fyrrapartin og ígjøgnum dagin í dag og í kvøld hevur verið bedrøveligur. At uppskotið ikki var á papíri frammanundan forðar ikki journalistunum at kenna tøl, sum vóru almenn frammanundan, at minnast eitt sindur um, hvussu gongdin hevur verið undanfarin ár, og hava eina nøkulunda hóming av, hvussu tølini hanga saman.

Hóast hallið í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2015 er størri enn ætlað, tá samgongan byrjaði, sigur Kringvarpið á síni heimasíðu:
Hallið minni enn higartil boðað frá
Tað var jú tað, Jørgen segði í dag. Ella sum tað so hátíðarliga eitur (sama link):
Tað kunngjørdi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fyrrapartin.

Fyrstu fíggjarkarmar, sum henda samgongan samtykti (á vári 2012), ásettu eitt RLÚ-úrslit í 2015 uppá minus 83.2 mió kr. Her sæst talið í talvu, sum var endurtikin í búskaparfrágreiðing saman við fíggjarlógaruppskotinum sama heyst:

Talva úr frágreiðing við fíggjarlógaruppskoti fyri 2013.

Í framlagda fíggjarlógaruppskotinum er hetta úrslit sett at verða minus 139.7 mió kr. Hallið er sostatt 56.5 mió kr størri, enn samgongan samtykti í sínum fyrstu fíggjarkarmum.

Nú valdi eg bara eitt upplagt dømi um simplar manipulatiónir hjá Jørgen í dag, og hvussu lætt spæl hann hevur, tí hetta endaði í eini yvirskrift.

Men tað er ikki bara tað, sum Jørgen sigur, man ikki kann hava álit á. Tað sum er nógv verri er, at eisini skrivliga tilfarið ger tað sera trupult at fylgja við í fíggjarpolitikkinum og avleiðingunum av honum, tí tað verður ikki sett upp so tað verður lýst, men heldur kamuflerað. Sostatt er tað ikki bara Jørgen, sum lýgir og manipulerar, men Fíggjarmálaráðið er við í hesum leiki.

Sum sagt at byrja við veit eg ikki um stevningin hjá Jørgen er einasta orsøk. Kanska er tað játtanin til Kringvarpið, sum er ov lág til at tey kunnu minnast nakað sum helst.
Send en kommentar