Sider

fredag den 30. maj 2014

So korruptur er føroyskur politikkur

Tíverri er hetta ein uppdiktað endurgeving:
- Tað kann undir ongum umstøðum verða talan um, at ein samgonga og eitt landsstýri fara at býta virði fyri milliardir ímillum føroyskar reiðarar, sigur Bjørn á Heygum.
Men tað er inspirerað av veruleikanum.

Áki Bertholdsen í Miðlahúsinum hevur lurtað eftir umberingunum hjá løgmanni í útvarpinum í gjárkvøldið fyri ikki at "taka afferu," sum hann segði, og rudda upp í landsstýrinum og koyra tjóvin í Sørvági til hús. Áki hevur eisini tosað við advokatin Bjørn á Heygum um umberingarnar.
Tað hevði elvt til, at samfelagið hevði mist øgilig virðið og tí vildi løgmaður ikki útskriva nýval nú, greiddi hann frá í Kringvarpinum í gjárkvøldið.

Bjørn á Heygum sigur, at løgmaður grein í sínum máli, tí verður val útskrivað, verður landsstýrið avmarkað til at verða ein starvsstjórn.

Og ein starvsstjórn kann einki gera uttan tað, sum er alneyðugt fyri at at halda samfelagnum flótandi.

- Groft sagt kann ein starvsstjórn bara rinda lønir og syrgja fyri, at olja er í tangunum, sigur Bjørn og Heygum.

Ein starvsstjórn er eitt umsitingarlandsstýrið burturav og kann ikki taka nakra sum helst politiska avgerð, leggur hann afturat.

- Tað kann undir ongum umstøðum verða talan um, at ein starvsstjórn fer at býta virði fyri milliardir ímillum føroyskar reiðarar, sigur Bjørn á Heygum.

Tað hevði verið brot á allar reglur, sigur hann.

(Grein á in.fo: Virði fyri ótaldar milliónir kunnu fara fyri skeytið)

Legg merki til hetta úttalilsi:
- Tað kann undir ongum umstøðum verða talan um, at ein starvsstjórn fer at býta virði fyri milliardir ímillum føroyskar reiðarar, sigur Bjørn á Heygum.

So korruptar eru Føroyar, at ein advokat tosar um at býta milliardir av ognini hjá fólkinum øllum til frammanundan ríkastu persónar í landinum, sum um tað eru vanligastu ting í verðini, og bara í undantaksstøðu eru brot á allar reglur.
Send en kommentar