Sider

tirsdag den 6. maj 2014

Kraddaratrýeinigheitin: Kringvarpið, Fólkafl og stórkapitalurin

Ímyndið tykkum, um hetta var satt:


Men tað er tað ikki, tí myndin er tillagað til dreymin um, at public service merkir, at rán av fólksins ogn verður framsett sum tað brotsverk tað er, eisini hóast brotsverkið verður legitimerað við, at man kallar tað politikk.

Í morgin er fundur í makrebólkinum hjá samgonguni um makrelbýtið 2014. Tað sum fer fram er í stuttum, at politiska valdið leggur ráð saman við vinnulígum valdi um, hvussu fólksins ogn kann verða rænd, og hvussu man kann sleppa væl frá tí. Og frá public service miðlastovninum verður ikki spurt, hví politikararnir eru blivnir korruptir, nei, Óluva Zachariasen í Kringvarpinum spyr Bárður Nielsen í fíggjarnevndini, hvussu nógv hann heldur avlátsgjaldið so skal vera, nú hann sigur, tað skal vera meira, enn hinir halda tað skal vera.
Send en kommentar