Sider

torsdag den 17. april 2014

Eg stúri fyri at Sambandsflokkurin ger sum Fólkaflokkurin vil

Á portalinum hjá Miðlahúsinum, in.fo, kunnu okur lesa, at Sambfl ger uppskot um fiskivinnunýskipan. Johan Dahl sigur, at teir arbeiða við einum uppskoti at leggja fyri hinar samgonguflokkarnar. Eg eri stúrin, tí tað ljóðar sum hava nakrir fingið skund, eisini tí Johan Dahl førir an. Og tað er tá, Fólkafl plagar fáa sín vilja, og teir plaga eisini arbeiða akkra uppá handa mátan: súlta øll mál (hygg bara eftir, hvussu allir reformar blivu blokeraðir í ABC) til hinir flokkarnir ikki tíma meira og vilja síggja úrslit, og "okkurt" úrslit verður vigtigari enn innihaldið, og so verður tað sum Fólkafl vil.

Í aðrari grein sigur Bárður Nielsen, eisini úr Sambfl, at vinnan skal hava tryggar karmar, og okur vita, hvat tað plagar merkja: eingin kapping.

Myndir: in.fo í dag.

Og mikið rigtugt, Bárður Nielsen kemur við skeivu og fortugdu frasuni
Tað ber ikki til at gera hundratals milliónaíløgur í skip, um tú ikki veit, um tú sleppur at fiska, sigur Bárður Nielsen.
Ert tú í vinnuni, mást tú vita, um tú kanst fiska næstu 4-5 árini, heldur hann.

Lítið hevur Bárður skilt, men tað man vera, tí hann lurtar bara eftir teimum, sum virka í fiskivinnuni og teimum sum virka í fíggjarvinnuni. (Sum forrestin munnu vera millum tær vinnur í heimshøpi, sum standa fyri mestu kraddingini yvirhøvur -- um okur her telja fiskivinnu sum tilfeingisvinna generelt.)

Í eini marknaðargrundaðari skipan við kapping um tilfeingið, har skip og fiskidagar/kvotur ikki hanga saman verður nógv lættari at gera íløgur, tí íløga verður bara gjørt í skip, sum forrestin eru frálíkt pant fyri fígging, tí tey kunnu lætt seljast aftur, um tað ikki gongur, og allur heimurin er enntá marknaður fyri skip, í mun til eitt nú virkisbygningar á landi. Og skipini eru harumframt uppaftur betri pant, tá tey ikki hava óviss fiskirættindi hangandi uppií. Tí óvissan hongur saman við atknýttu fiskirættindunum.

At skilja skip og fiskirættindi sundur vil minka váðan við íløgum í fiskivinnuna sera nógv. Váðin í fiskivinnuni fer at líkjast váðanum í øllum øðrum vinnum.

Nei, fiskivinna er slett ikki so serlig sum nógv vilja vera við. Tað er ikki meira váðið at virka í fiskivinnuni enn øðrum vinnum, so leingi talan er um kapping. Tað sum er váðið er korrupta politiska skipanin av fiskivinnuni.

Verða fiskirættindi í staðin leypandu bjóðað út sum stutttíðarrættindi á opnum almennum marknaði (uppboðssølu), er váðin við fiskirættindum nógv minni enn í dag, har man keypir rættindi fyri langa tíð fram í tíðina uttan at kenna fiskaprísir, oljuprísir ella hvussu gott fiskaríið verður. Og tí er tað, at kapping minkar váðan: Í hesi kapping skal man bara duga líka væl sum teir man kappast við, so sleppur man at virka í vinnuni. Og dugir man at brúka vinnutólið eitt sindur betur enn hinir, so fær man meira burturúr íløguni.

Landið skal bara áseta treytir fyri at sleppa at vera við í hesi kapping. Og tað skal ikki vera at halda seg væl við landsstýrismannin í fiskivinnumálum (eitt nú við politiskt populerum íløgum ella at geva synunum ein lukrativan kjans), men at man virðir sáttmálar á føroyska arbeiðsmarknaðinum og ásetingar frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Send en kommentar