Sider

torsdag den 10. april 2014

At lesa til fólkaflokspolitikara

Fólkaflokkurin boðar í tíðindaskrivi -- á Vágaportal, sjálvsagt -- frá, at teir hava sett tvey starvslesandi.

Jákup og Jørgen, fólkaflokspolitikarar, og teirra nýggju starvslesandi, Rebecca og Ása.
Myndakelda: Vágaportalurin

Tær báðar, sum hava fingið lestrarstarv hjá Fólkaflokkinum eru Rebecca Joensen og Ása Klakkstein Thomsen, ið báðar lesa á Fróðskaparsetrinum. Og tað er einki at ivast í, hví tær hava havt ein fyrimun fram um aðrar umsøkjarar. Burtursæð frá á onkrum ingeniørútbúgvingum kann man ikki lesa ordiligan planøkonomi nakrastaðni longur um okra leiðir, so hetta er væl tað nærmasta man kann koma:

Rebecca og Ása lesa samfelagsplanlegging. Kelda: Tíðindaskriv frá Fólkafl.

Hjá planøkonomiskt sinnaða Fólkafl hevur hetta heilt vist verið ein fyrimunur. Tað er næstan sum at lesa til fólkaflokspolitikara.

Flóvin bloggar ynskir Rebeccu og Ásu bestu eydnu við jobbinum. Og planleggingini.
Send en kommentar