Sider

tirsdag den 25. marts 2014

Brúk er fyri eitt sindur av marknaðarbúskapi

Tað er blivið til, at aftur í ár skulu 20 samgongutingmenn býta 2 milliardir av tí, sum løgmansklovnin kallar lagkaku.

Men í staðin fyri korruptiónssvansið sum hevur verið brúkt undanfarin ár, og har tilvild ræður, hvør fær tilfeingisgávuna, hví ikki heldur geva teimum fyri 100 mió kr hvør at býta. Tí so fara kanska nøkur teirra at selja teirra part á uppboðssølu, og um ikki annað eitt sindur av kapping verður um føroyska fiskatilfeingið.

Sjálvsagt er tað rætta, at atgongdin til tilfeingið verður seld á einum gjøgnumskygdum marknaði, har øll kunnu bjóða. Men tá tað er útilokað at sleppa undan korruptión so leingi Fólkaflokkurin er í samgongu, so má man taka tað næst besta.

Og eitt sindur av kapping ger ovurstóran mun samanborið við 100 pct fólkafloks-planøkonomi.
Send en kommentar