Sider

lørdag den 22. februar 2014

Fólkafíggindaligi flokkurin og landsskaðiligt virksemi

  1. Fólkaflokkurin og Jacob Vestergaard vilja verja føroyskar fiskimenn ímóti kapping frá útlendingum sum bjóða seg fram at arbeiða fyri føroyskar reiðarar og fiska fiskin hjá Føroya fólki fyri lægri hýru enn føroyskar.
  2. Men Fólkaflokkurin og Jacob Vestergaard vilja ikki verja føroyskar reiðarar ímóti kapping frá útlendskum sum bjóða seg fram at fiska føroyska tilfeingið fyri hægri gjald til eigaran (Føroya fólk) enn føroyskir reiðarir rinda.

Nei so er ikki. Tað sum kom fram enn einaferð á kjakfundi um fiskivinnupolitik, sum m.a. útvarpið hevur sent í brotum og í heilum líki, var nakað annað. Tað skal vera:
  1. Fólkaflokkurin og Jacob Vestergaard vilja ikki verja føroyskar fiskimenn ímóti kapping frá útlendingum sum bjóða seg fram at arbeiða fyri føroyskar reiðarar og fiska fiskin hjá Føroya fólki fyri lægri hýru enn føroyskar.
  2. Men Fólkaflokkurin og Jacob Vestergaard vilja verja føroyskar reiðarar ímóti kapping frá útlendskum sum bjóða seg fram at fiska føroyska tilfeingið fyri hægri gjald til eigaran (Føroya fólk) enn føroyskir reiðarir rinda.
Myndakelda: Norðlýsið
Send en kommentar