Sider

tirsdag den 7. januar 2014

Líknilsi, bilskaðar, diplomati og sovrit nakað

Kaj Leo kemur víða í samrøðu við útvarpið í kvøld.

Metaforar hava ongantíð verið hansara sterka síða. Men tað hevur ongantíð hildið honum aftur!

Tað kemur greitt fram, at løgmaður hevur stóran áhuga fyri bilum, bilum við skaða, og at bøta um skaðar á bilum. Um vitanin og evnini standa mát við áhugan duga bilkøn betur at meta enn eg.

Kaj Leo, løgmaður. Tilgjørd mynd: Heri Eysturlíð.

Og so vil løgmaður í sambært sama innslagi sleppa at spæla uttanríkispolitik, eisini hóast evnini mangla. Hann endar við orðunum:
Tað hevur so ótrúliga stóran týdning, at vit eisini læra um uttanríkispolitikk og um diplomati og sovrit nakað.
Send en kommentar