Sider

tirsdag den 20. november 2012

Man kann og skal ikki stóla uppá bankamenn

Tavagud tað er langt úti at hoyra handan hála fanan av einum bankastjóra í útvarpinum í kvøld.

Hví letur útvarpið slíkar lygnir standa óátalaðar? Sjálvt um landið er størsti eigari í bankanum, arbeiðir hasin bankastjórin ímóti landsins áhugamálum.

Sum eg havi skrivað fyrr, veruleikin er hesin: Hví skyldar fiksivinnan so nógvar pengar? Tí fólksins ogn er kapitaliserað, av tí at fiskirættindi verða latin út fyri langt tíðarskeið, og síðani kunnu handlast. Uttan hesa kapitalisering hevði skuldarbyrðan hjá fiksivinnuni verið ein brotpart av verandi. Og tað hevði sjálvsagt merkt minni váði.

Ein av høvuðsorsøkunum til núverandi búskaparkreppu er, at bankar fóru frá at fíggja til at vedda. Og nú vedda teir uppá fólksins ogn. Í hesum blogginum hjá Hermanni er hetta brot um handa hála fanan í BankNordik:

Bankin hevur sjálvur oyst reiðaríini undir í lánum, tí feløgini eru so illa rikin.
Eftir øllum at døma hevur bankin veddað upp á at høgraflokkarnir fara at geva reiðaríunum tilfeingisognina til gávus í ævir allar. Tí hevur bankin vaðað so langt út í lánum til illa riknu fyritøkurnar.
Reiðaríini eru ikki verd skuldina, bankin hevur latið, so nú hevur bankin sent John Rajani at finna onkran dumman hund, sum vil lata ognina hjá sær til veðhald.

Eftir hetta tíðindakvøldið var tað á markinum til stuttligt at hoyra Carsten Jensen í debat við Ulrik Haagerup í Deadline á DR2 í kvøld:
I din TV-avis er det jo sådan, at bankmænd hele tiden bliver indkaldt som neutrale eksperter, som objektive sandhedsvidner.

Tað kann tykjast sum Carsten Jensen hevur eisini hoyrt føroysku útvarpstíðindini í kvøld.
Send en kommentar